Jacob hevur kontaktir í Brüssel

- Vit hava dagligt samskifti við røttu fólkini í Brüssel, og tilgongdin at greiða málið er byrjað, sigur Jacob Vestergaard.

- Vit hava dagligt samskifti við røttu fólkini í Brüssel, og tilgongdin at greiða málið viðvíkjandi framleiðslu umborð á føroyskum verksmiðjuskipum í ES-sjógvi er byrjað. Um nakrar dagar fara vit eisini til samráðingar, og tá fara vit at taka málið upp, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Tað er komið dátt við hjá føroysku uppsjóvarskipunum, sum framleiða umborð, at skotskir fiskiveiðimyndugleikar eftir øllum at døma ikki vilja loyva framleiðslu vísandi til eina kunngerð um útblaking frá 1998.

 

Hvørki vinnan, ei heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hava verið vitandi um, at hetta kundi gerast ein trupulleiki, fyrr enn føroyska verksmiðjuskipið Christian í Grótinum herfyri varð biðin um at fylgja við til Lerwick í Hetlandi.

 

Skipið lá í Lerwick í eini tvey samdøgur og slapp ikki at loysa aftur, fyrr enn reiðaríið hevði reist eina trygd á umleið 200.000 krónur, og hin 9. desember kemur málið fyri í rættinum í Lerwick.

 

Herfyri var fundur millum reiðaríið hjá Christiani í Grótinum og Fiskimálaráðið. Eftir fundin segði Kristian Martin Rasmussen, reiðari, at ítøkiliga rættarmálið fer at ganga sína gongd, og hetta er eitt mál, sum reiðaríið sjálvt noyðist at loysa.

 

- Hinvegin verður tað landsstýrið, sum noyðist at loysa generella spurningin mótvegis ES, um føroysk verksmiðjuskip skulu sleppa at framleiða í ES-sjógvi ella ikki, segði reiðarin.

 

Sum er, hevur reiðaríið í Klaksvík gjørt av, at hvørki Christian í Grótinum ella Norðborg fara at framleiða í ES-sjógvi, so leingi, sum hesi viðurskifti ikki eru greið.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tilgongdin at royna at loysa íkomnu støðuna longu er byrjað.

 

- Vit hava dagligt samskifti við røttu fólkini í Brüssel, og tilgongdin at greiða málið viðvíkjandi framleiðslu umborð á føroyskum verksmiðjuskipum í ES-sjógvi er byrjað. Um nakrar dagar fara vit eisini til samráðingar, og tá fara vit at taka málið upp, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann vísir á, at sjálvandi eru tað ikki føroyingar, ið gera ES-reglurnar fyri skipan av fiskiveiði, men hann dugir illa at ímynda sær, at felagsskapurin ikki ynskir, at tilfeingið í havinum verður gagnnýtt og virðisøkt á bestan hátt.

 

- Soleiðis, sum eg dugi at síggja tað, snýr nevnda kunngerð seg um at byrgja uppfyri útblaking av fiski - og at ikki skrásettur fiskur kann verða verður umgjørdur til slógv við kemiskum evnum.

 

Landsstýrismaðurin heldur, at nevnda kunngerð ivaleyst er komin eftir staðfestingar um útblaking.

 

- Haraftrat høvdu skip ymiskar tangar og kvarnir, har trupult kundi vera hjá eftirlitinum at staðfesta, hvørji fiskasløgini vóru. Vit hava soleiðis eisini skilt, at mjølframleiðsla ikki hevur verið serliga væl sædd í ES-eygum.

 

Landsstýrismaðurin sigur seg hava fult álit á, at teir, sum reka verksmiðjuskipini, Christian í Grótinum og Norðborg, hava allar neyðugar mannagongdin og reglur, sum gera, at eisini ES kann hava fult álit á teirra virksemi.

 

- Tað, sum hesi skip gera, er fullkomiliga tað øvuta av útblaking, tí tey brúka bæði tann heila fiskin, virkaða fiskin - og allan fráskurð. Tí harmar tað meg, at skipini nú hava rent seg í hesar trupulleikar, tá fiskað verður í ES-sjógvi, sigur Jacob Vestergaard.