Tað søgdu bæði aðalstjórin í Fiskimálaráðnu, Rógvi Reinert, og ein løgfrøðingur, sum bæði vórðu avhoyrd eftir døgurða.
Í dag og í morgin er eitt mál fyri í Føroya Rætti, sum skal avgera, um Fiskimálaráðið skal dømast fyri, at hava nokta Samtakinum Sjófeli eina mekrelkvotu á 15.000 tons, umframt at gjalda 375.000 krónur í endurgjaldi, og hartil 375.000 krónur at býta millum manningina.
Fyrrapartin legði Hans Trúgvi Teirin málið fram, og nú seinnapartin hava nakrar avhoyringar verið.
Fyrst var Óli Jacobsen, reiðari á Líraberg, avhboyrdur. Hann segði, at inntøkurnar hjá útróðrarflotanum vóru farnar frá 1,2-1,3 milliardir krónur fyri 10 árum síðani, niður í 600-800 milliónir í dag.
- Sagt verður, at tú kanst gera alt, men so verður lógartekstur nýttur sum grundgeving, segði Óli Jacobsen.
Hann vísti á, at Stillahavsbátarnir komu inn í flotan og fingu lut í makrelinum.
- Eg veit ikki um nøkir dømi, har slíkir bátar koma inn á føroyskt sjóøki, segði Óli Jacobsen.
Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, var síðani avhoyrdur. Hann skilir ikki, at fólk undrast á grein 9, 1.3, sum er greinin, ið víst verður til.
Hann segði, at tað var politiskur vilji, at øll fiskiskip skuldu fáa part í makrelinum, og tí vóru Stillahavsskipini sloppin inn í føroyskt sjóøki.
At enda var ein løgfrøðingur, sum starvaðist í Fiskimálaráðnum frá 2007 og fram til í vár, eisini avhoyrd.
Hon segði seg ikki ivast i, at landsstýrismaðurin hevði fulla heimild at taka ta avgerð, hann tók. Hon hevði ongantíð ivast í heimildunum, sum grein 9, 1.3 gav.
Í morgin verða so tvær avhoyringar aftrat, tá Andras Kristiansen og Elmar Højgaard skulu avhoyrast.
Seinnapartin í morgin verður so prosedura.