12 sangir eru á plátuni. Innihaldið er ein blandingur av bæði nýggjum og gomlum løgum, ið spenna víða - líka frá donskum toppi til undirgrundina.
Orð og lag: Jacob, stendur undir flestu av sangunum, men ein sang eigur hann ikki, og tað er gamla landaplágan Fiskafrikadello.
Tað er Símun úr Konoy, ið er faðir at tí henni.
Hesir sangir finnast á fløguni:
Danmark, Fiskafrikadello, Mit go’e hoved, Hjem på vores vej, Orangeroten Badehosen, Den gamle hippie, Den fri kærlighed, Grøn, Fuck dig Zuckerberg, Kinamanden, Røde Knud og Storebæltsbroen.