Í døgunum 1. – 20. februar verður framsýning í Ribarhús í Fuglafirði við listamanninum Jacobi Fuglø, Hvalvík.
Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Qaqortoq (Julianehåb) í Grønlandi, og her hevði hann sína fyrstu longu í 1968.
Síðan hevur hann havt fleiri lstaframsýningar, bæði í Danmark og Føroyum.
Á framsýningini í Ribarhúsi eru 25 málningar, bæði náttúrumálningar og abstraktir málningar.
Málningarnir verða hangandi til hin 20. februar.
Ribarhús er opið frá og við mánadegi til og við fríggjadag frá klokkan 15 til 17.30 og leygardagar millum klokkan 11 og 14.