Jacob Danielsen 85 ár

Hósdagin 14. august verður ein kendur útróðrarmaður í Porkeri, Jacob Danielsen, 85 ár.

Foreldrini hjá honum vóru Johanna f. Sørensen og Dániel Peter Ludvig Danielsen, vanliga nevndur Bakkin, bæði úr Porkeri. Bakkin var eisini kendur sum útróðrarmaður. Landsstýrið fór mitt í undanfarnu øld at geva fiskimonnum heiðursmerki. Okkurt ár var varð Bakkin heiðraður av landsstýrinum fyri stóra og góða veiðu sum útróðrarmaður.

Tað munnu vera fáir føroyingar, sum hava roynt sjólívið so nógv sum Jacob.

Fyrstu ferð, hann fór til sjós, var í 1939 við “Gracie”, sum Jákup Nielsen í Nólsoy førdi. Í 1940 fóru pápi hansara og hann við Irex av Tvøroyri við Pola Poulsen, á Høvdanum í Porkeri, sum skipara. 


Undir krígnum róði Jacob út saman við pápa sínum, og tað gekk sera væl..

Summarið 1945 var Jacob við Mariu úr Vági, sum Tummas við Kráir átti. Pedan hjá Hendrikki var skipari. Teir vóru á ísfiskaveiðu og landaðu í Aberdeen. 


Í 1947 keyptu porkeningar trolaran Høvdaberg. Jacob fór við honum og aftur við Pola sum skipara. Poli doyði annars sjálvur fjórði í 1952 við torvbátinum í Porkeri. 


Í 1956 fór Jacob aftur til skips við City of Norwich við kenda skiparanum Andreas Mikkelsen. 


Tá kom íslandstíðin, tá ið nógvir føroyingar fóru til Íslands at fiska og arbeiða. Jacob fór saman við øðrum til Íslands í 1956. Hann var vanliga við íslendskum trolarum um summarið og var heima um veturin. Hann var í Íslandi ár um ár inntil 1965. 


Síðan tá hevur Jákup bert róð út, og hann er framvegis á floti, tá ið høvi bíðst. Hann hevur tískil verið 69 ár á sjónum og hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Jacob kann sigast at vera ein rættuligur knassi. Hann er enn sera birgur, og tað er ikki smávegis, hann kann fortelja frá. Hann hevur róð nógv út einsamallur. Hann hevur eisini verið einsamallur úti á Føroya Banka. Hann kennir hvønn plink og hvørt mið og hevur sera gott innlit í streymviðurskifti. Vónandi fer tað at eydnast at fáa hansara vitan fest á pappír, áðrenn tað er ov seint. 


Jacob giftist við Hansu f. Weihe, eisini úr Porkeri. Hon er deyð fyri nøkrum árum síðani. Tey áttu børnini Donna, John, Heri, Hennvá. Donna, sum búði niðri, og John eru farin. Heri er giftur við Marjun f. Nygaard, og tey búgva í Porkeri. Hann er útróðrarmaður eins og pápin og abbin. Hennvá er gift við Finnboga Danielsen, og tey búgva á Tvøroyri. Abbabørnini eru seks í tali. Jacob er eisini blivin langabbi. 


Jacob hevur havt ein sera stóran áhuga fyri fiskiskapi. Men hann hevur eisini luttikið í øllum vanligum bygdalívi. Hann hevur seyð, sum hann framvegis passar. 


Jacob er virkin í missiónshúsinum í Porkeri og hevur eisini orðið tá ið høvi býðst. 


Jacob átti tríggjar systrar. Ein var Emanda, sum búði í Porkeri, men sum doyði fyri nøkrum árum síðani. 


Hinar báðar eru Maja, sum býr í Danmark og Jenny, sum býr í Lopra. Hon verður annars 65 ár sama dag, sum Jacob hevur sín føðingardag.

Ynskt verður Jacob og hansara hjartaliga tilukku við teimum 85 árunum.


ó.