Jacob alment innsettur

Fyrrapartin varð Jacob Vestergaard alment innsettur sum fiskimálaráðharri.

Hetta hendi í sambandi við landsstýrisfund í Tinganesi, har øll landsstýrismanningin sjálvandi var við.

Jacob Vestergaard hevur sagt, at hann fer at føra sama fiskivinnupolitikk, sum Jákup Mikkelsen hevur ført, tí tað hevur verið politikkurin hjá flokkinum.

Nýggi fiskimálaráðharrin hevur eisini sagt, at hann fer at hyggja nærri eftir teirri kunngerðini, eftir øllum at døma var víðagitni dropin, sum fekk bikari at flóta yvir.

- Nú er so mikið liðið av vetrinum, at kunngerðin ikki hevur so stóran týdning í løtuni, men eg fari so at hyggja nærri eftir henni, sigur Jacob Vestergaard.

Fyrsta málið hjá nýggja fiskimálaráðharranum eru makrelsamráðingarnar, sum í løtuni fara fram í Íslandi.