Jackways/Sous Sol

tíðindaskriv/rættleiðing

Fyri at koma undan skeivtulkingum av grein í Dimmalætting 06/09/02 »Jackways finst ikki longur fríggjakvøld fyri føroyingar« vilja vit hervið útgreina viðurskifitni á Hausergade 43 ? fríggjakvøld.
Jackways er útleigað fríggjakvøld teir næstu mánaðirnar til limaklubban, Sous Sol. Hetta er, sum áðurnevnt, ein klubbur, sum gevur limunum framíhjárætt at koma inn. Hetta merkir tó ikki, at føroyingar ikki sleppa inn. Teir kunnu, sum øll onnur, royna at gerast limir í klubbanum.
Harafturat er møguleiki hjá fólki, sum ikki eru limir, at sleppa inn, tá pláss er. Tey mugu tó vera varug við, at tað er ein selektiv útveljan av fólki við dyrnar. Tað merkir, at fyriskiparin avgerð, hvør skal inn og ikki. Hetta er eisini kent frá flestu støðum í Keypmannahavn.
Fyrireikarin av Sous Sol biðjur okkum at enda nevna, at ein kann søkja um at gerast limur (aldursmark 23 ár) í Sous Sol við at ringja til Zeit Aps á tlf. 33110119.