Jackson-brøðurnir finna saman

Tað hevur í fleiri ár verið tosað um, at teir seks Jackson-brøðurnir skulu á konsertferð aftur, og nú er líkt til, at hetta er meira enn bert slatur. Jermaine Jackson sigur í eini samrøðu við BBC, at ætlanin er, at The Jacksons fara á konsertferð næsta ár – og tað verður við Michael Jackson, sum er kendasti beiggin, í ferðalagnum. The Jackson vóru í síni tíð sera populerir, men teir hava ikki spælt saman við Michael Jackson síðani 1984.