Jacklin: Liggur í mær at taka ábyrgd

Hondbóltur: - Tað liggur í mær at taka ábyrgd og royna mítt frægasta, sigur Jacklin Durhuus, sum nú er vorðin 34 ára gomul og bara ætlar sær at halda fram við hondbólti, um Neistin hevur eitt kappingarført lið næsta kappingarár.

34 ára gamla Jacklin Durhuus, sum hevur verið ein av profilunum í føroyskum hondbólti í nógv ár eftir hondini, hevur kanska fram um tær flestu í ár tikið ábyrgd á sínum egna liði. Nevniliga í Neistanum, har brotið var upp úr nýggjum eftir at einmansherurin Barbara Brauer er farin av landinum. Jacklin hevur í stóran mun tikið ábyrgd av støðuni og roynt nógv frá egnari hond, og saman við royndum hennara hevur hon verið ein lyklaleikari hjá Neistanum, sum endaði á triðja plássi og harvið gjørdist júst ov stutt til at spæla seg í FM-finaluna.

Kom óvart á
Jacklin Durhuus, sum er úr hondbóltsbygdini Vestmanna, men seinastu árini hevur spælt hondbólt í høvuðsstaðnum, hevði als ikki væntað at verða kosin ársins leikari og hon viðgongur, at tað kom óvart á hana.
- Ja, tað kom tað sjálvandi. Hetta er ikki nakað, ein væntar at vinna, og tá ið eingin verður tilnevndur, er ilt at meta um. Eg hevði ikki hugsað um ársins leikara, men tað lá kanska meiri upp til ársins áleypara, metir Jacklin.
Hetta er fyrstu ferð hon vinnur heiðurin sum ársins leikari, men hon hevur ilt við at siga, at hetta hevur verið hennara allarbesta kappingarár.
- Eg veit ikki, um hetta hevur verið besta árið. Eg eri ikki nøgd við triðja plássið, men persónliga hevur tað verið fínasta slag og eitt gott kappingarár hjá mær. Tað kemst av tí, at tað hevur ligið meiri á herunum hjá mær, nú vit hava mist nakrar leikarar. Tað liggur í mær at taka ábyrgd og royna mítt frægasta, sigur Jacklin vísandi til serliga Barbaru Brauer, sum ikki hevur verið við í ár, og Marjuna Danberg, sum bara hevur verið við lítlan part av kappingarárinum.

Umhugsar framtíðina
Jacklin heldur ikki, at hon kann brúka sjálva heiðurin sum besti leikari í Føroyum til so nógv.
- Eg haldi ikki, at eg kann brúka hann til so nógv. Eg kann liva upp á tað í nakrar dagar og so fara í gongd aftur, sigur Jacklin og fangar seg sjálva í orðunum um at hon fer í gongd aftur. Hon er nevniliga ikki púra vís í um hon yvirhøvur fer í gongd aftur við hondbóltin.
- Eg havi ikki tikið støðu enn. Hetta hevur verið eitt strævið ár, og eg føli, at eg eri vorðin eitt ár eldri. Eg føli, at eg framvegis kann fylgja við, men eg má brúka nógva tíð til tað nú eg eri komin upp í árini. Hinvegin er tað kanska keðiligt at gevast, tá ið ein júst er valdur til ársins leikara, sigur Jacklin, sum – um tað verður – heldur fram í Neistanum.
- Um tað verður, so verður tað við Neistanum. Eg fari so ikki at brúka meiri tíð upp á hondbóltin, enn eg frammanundan havi gjørt, so at koyra til t.d. Vestmanna er útilokað, sigur Jacklin.

Vil hava gott lið
Neistin hevur havt útlendskan leikara á vitjan í ár, sum ætlandi skal betra um skotstyrkina nú Neistin hevur verið eitt ár uttan Barbaru Brauer, sum gav Neistanum væl betri møguleikar enn liðið hevur havt í ár við egnum tilfari. Jacklin Durhuus viðgongur, at framtíð hennara er tengd at hvussu gott liðið fer at vera næsta ár.
- Tað er tað, sum eg bíði eftir. Eg vil vita, hvussu liðið sær út næsta ár, tí eg tími bara at vera við á toppinum og vil hava eitt gott lið, sigur Jacklin Durhuus at enda vísandi til støðuna um hvussu nógv Neistin velur at styrkja seg til komandi kappingarár.