Leygardagin klokkan 12.30 tekur Manchester United ímóti Championship-liðnum, Reading á Old Trafford leikvøllinum í Manchester.
Høvuðsvenjari hjá Reading er ein gomul verjuhetja hjá Manchester United. Frá 1998 til 2001 var tann nú 44 ára gamli niðurlendingurin sjálvur kletturin í verjuni hjá Manchester United. Hóast hann bert spældi í trý ár við Manchester United, so eydnaðist tað Jaap Stam at vinna "The Treble" í 1999, tá United vann Premier League, FA Cup og Champions League. Í 2000 og í 2001 var Jaap Stam við til at vinna Premier League við United, og hann var ein risahetja á Old Trafford.
Men á sumri 2001 gav Jaap Stam eina sjálvævisøgu út, har hann var ógvuliga bersøgin um legendariska høvuðsvenjaran hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson. Tað kundi Alex Ferguson ikki lata fara framvið borðinum, og hann sá seg noyddan at selja Jaap Stam til Lazio. Fyri mong viðhaldsfólk hjá Manchester United var talan um ein sorgardag, tá ein tann besti verjuspælarin í søguni hjá Manchester United mátti pakka kuffertið, og gevast á Old Trafford.
Jaap Stam er tó ikki beiskur inn á Manchester United og fjeppararnar hjá Manchester United. Við norska TV2 sigur Jaap Stam, at hann ætlar ikki at veittra United-fjepparunum farvæl, tá dysturin millum United og Reading er liðugur í morgin. Hann dylur ikki, at hansara framtíðarætlan er at gerast høvuðsvenjari hjá Manchester United í framtíðini. Hann undirstrikar tó, at fyrsta málið er at fáa Reading upp aftur í Premier League, og so vónar Jaap Stam at kunna fáa sítt seinna tíðarskeið á Old Trafford, og tá sum høvuðsvenjari.











