Hóast seinasta innleggið enn einaferð prógvar, at tað er fáfongt at skifta orð við Høgna Hoydal, so eigur tað kortini at vera gjørt einaferð aftrat, fyri at tað kanska fær tað at ganga upp fyri honum, hvussu ómetaliga stórur demagogur, hann í veruleikanum er. Tað at forføra eitt heilt fólk er sanniliga ikki hvørs mans føri, men í seinna enda man tað fara at vera tengt at lítlum heiðuri.
Eg vil ráða Høgna Hoydal til at lesa talu sína einaferð enn og síðani sakligu viðmerkingar mínar. Hvar í mínum viðmerkingum finnur hann persónligt brigsl, persónligar niðurgeringar og ógrundað álop? Hann boðaði sjálvur frá, at tað fór at vera ein politisk tala, so mátti hann eisini tolað nakrar politiskar viðmerkingar uttan at flippa heilt út í ekstremum spindoktaralótum. Men tá ið hann hevur tikið sær einkarrættin til at viðgera mál sakliga, og øll onnur eru ósaklig, so eru øll onnur ?på herrens mark?.
Skúlin yvirtikin
Alt reypið um, hvussu nógv Tjóðveldisflokkurin hevur fingið á skafti í skúlamálum, er líka innantómt sum "bragdið" at yvirtaka skúlan.
1. januar 2002 var skúlaverkið yvirtikið á føroyskar hendur. Tey mundu ikki vera nógv, sum gáaðu eftir, at henda stórhending fór fram. Í Fregnum, sum var einasti fjølmiðil, sum gjørdi nakað burturúr, stóðu m.a. hesi orð at lesa: "Hin føroyski skúlin varð føddur 1. januar 2002. og 3. januar var fyrsti skúladagur í honum. Men Mentamálastýrið og Óli Holm, landsstýrismaður, hildu eftir øllum at døma ikki, at hesin marknasteinur í føroyskari skúlasøgu, og kanska eisini tjóðskaparsøgu, var verdur at varpa serligt ljós á á sjálvum degnum.....
Góðar røður og flott tiltøk henda fyrsta føroyska skúladagin 2002 høvdu kunnað kveikt í hjartað á mongum ungum føroyingi. Men har var so eiðasørt. Okkurt hissini Merki sást veittra við skúlarnar undan hvassa útnyrðinginum, men hví so var, vóru tað tey fæstu, ið gáaðu eftir." So vónbrotin ljóðaði Fregnir.
Hví mundi henda stórhending fara so óansað aftur við borðinum? Skúlastjórin á Eysturskúlanum hevði hetta boð, eftir at hon hevði sagt við Fregnir, at tey har á skúlanum høvdu flaggað av sínum eintingum: "Men orsøkin til, at myndugleikarnir hava gjørt so lítið burturúr, er kanska, at meginparturin av skúlanum var føroyskur áðrenn nýggjár."
Hevur Høgni Hoydal hugsað um, hví tað ikki var neyðugt at gera eina tað einastu skúlalóg í sambandi við yvirtøkuna?
Føroyska skúlaverkið var 100 prosent stýrt av føroyskum myndugleikum undan 2002. Eg skal geva Høgna Hoydal rætt í, at yvirtøkan bøtti eitt sindur um ta nívandi undirlutakensluna, og tann bótin kostaði føroyska samfelagnum 366 milliónir.
Skúlastýrini
Skúlalógin kom í gildi í 1998, og tá var nýtt landsstýri komið til. Tí var tað ein av skyldunum hjá Tórbirni Jacobsen at seta í verk skipanina við skúlastýrum, hesa desentraliserings- og demokratiseringsskipanina, sum Tjóðveldisflokkurin annars stríddist hart ímóti.
Hevði Høgni Hoydal havt sett seg bara eitt sindur inn í málið, so hevði hann sæð, at tað stóðu eingir prikkar, har sum lógargrein skuldi vera í tí lógini, sum eg legði fyri tingið. Men hann kann lesa lógaruppskotið, nevndarálitini og broytingaruppskotini, sum løgtingið atkvøddi um, so kanska hann skilir, hví § 49 kom úr løgtinginum í tí líkinum.
Annars legði eg seinni uppskot fyri tingið um broyting í Fólkaskúlalógini, sum m.a. skuldi bøta um teir skeivleikar, sum komnir vóru í lógina, soleiðis, sum hon var lýst. Men málið datt burtur, tá ið val varð skrivað út. Tað vóru fleiri av hesum broytingaruppskotum, sum m.a. Tórbjørn Jacobsen fekk framt.
Høgni Hoydal skrivar, at ein orsøk til, at so nógvir skiftandi mentamálaráðharrar hava verið hjá Tjóðveldisflokkinum, er júst tí, at teir hava havt visiónir og ætlanir um veruligar broytingar og betringar. Mundi tað vera tí, at Signar á Brúnni og Óli Holm fingu so stutta ævi sum landsstýrismenn?