Ja til skjøldur

Polski forsætisráðharrin, Jaroslav Kaczynski, og tvíburðarbóður hansara, Jech Kaczynski, sum er forseti, taka undir við, at USA sleppur at seta ein rakettverjuskjøldur upp í Póllandi. Russland hevur mótmælt amerikonsku ætlanini, og meiningakanningar hava víst, at flestu póllendingar eru eisini ímóti skjøldrinum. Fólk bera ótta fyri, at ein slíkur verjuskjøldur fer at gera Pólland til eitt álopsmál.