Ummæli
Enn hevur fløgan bara verið í húsinum í lítla viku, men tað er eingin ivi um, hvønn sang tvey-ára gamli sonurin hevur sum favoritt. Tá Erling-politistur spyr heldur treiska Jógvan, um hann kann sleppa súkklitúr, er avgjørda hittið. Og somikið stórt er hittið, at eg sjálvur nú eisini gangi og murri sangin. Í øllum førum tann partin av honum, sum inniheldur annað enn »noy«, tí tann partin vil sonurin sjálvur syngja. At tað so eisini verður gjørt í besta klaksvíks-stíli ger neyvan stuttleikanum hjá tí partinum av familjuni minni. At hava ein lítlan havnarmann, sum soleiðis bregðir tann vegin í málbrúkinum.
Rakar plett
Júst omanfyri nevnda man um nakað vera kjarnin í øllum tí, sum hevur við Trøllapætur at gera. Tað tykist, sum hava persónarnir aftan fyri trøllið - sum kanska átti at verið ræðandi, men sum øll børn elska ? hava rakt beint í hjartað. Ikki bara hjá teimum 2 ára gomlu, men so sanniliga eisini hjá okkum vaksnu. Gaman í halda vit tað ikki vera heilt so stuttligt sum børnini, tá fløgan skal spælast fyri 50. ferð, ella tá sjónbandið enn einaferð skal koyra, men stuttleikin og innlivingin hjá børnunum fær meira enn einaferð foreldrini til at gloyma tær meira irriterandi síðurnar av tí heila.
Um nýggju útgávuna hesaferð er annars at siga, at hóast hon í nógvar mátar koyrir í sama spori, sum undanfarin verk hjá trøllunum, so er so sanniliga eisini rúm fyri nýskapan. Umframt løgini á fløguni, so er talan hesaferð eisini um eina søgu, soleiðis at fløgan í síni heild er mest átøk eini ljóðmynd, soleiðis sum tær fyrr vórðu spældar í Útvarpinum. Og sum Útvarpið nú eisini hevur endursent fleiri av.
Hartil fevnir pakkin eisini um eina teknibók. Her ræður so um at leggja litir á tekningar av Trølla-Pæturi, Ommuni, Politistunum báðum, Jógvan og Erling, Kára handilsmanni, leikamafiuni og nógvum øðrum.
Samanlagt er helst einki at ivast í, at talan er um eina jólagávu, sum við mest sum 100% vissu verður tað heilt stóra hittið hjá yngsta ættarliðnum.