Ja, fólkaheilsa er fyri øll!

Tíðagrein:

- Eitt bragd, at »Fólkaheilsuætlan føroyinga« ikki bleiv eitt skuffuálit sum so mangar politiskar ætlanir her á landi – men tvørturímóti ein livandi ætlan, sum myndugleikar, stovnar, arbeiðspláss, feløg og fólk dag og dagliga taka til sín.

Í atfinningarsamari blaðgrein við yvirskrivtini »Er fólkaheilsa heilsa fyri fólkið?« heldur Brynhild Danielsen, at »Fólkaheilsuætlan føroyinga«, sum hon hevur givið sær stundir at studera, ikki er nóg góð. Serliga fýlist hon á, at sjálvt heilsuhugtakið ikki er útgreinað, at ætlanin bert er fyribyrgjandi og ikki heilsufremjandi, at hon ikki fevnir um ella røkkur til allar borgarar í landinum, og at hon ikki fevnir um onnur aðalráð enn Heilsumálaráðið.

Hóast hon er í so grenjandi, haldi eg kortini, at greinin hjá Brynhild eisini er lærurík til at menna bæði grundarlag og mál fyri fólkaheilsuarbeiðið.

 

Heilsupolitikkur fyrstu ferð orðaður

Men tá ið Brynhild fýlist á at onki er gjørt við at greina sjálvt heilsuhugtakið, so hugsi eg um, tá eg tók við sum landsstýrismaður í 2004, og skuldi greiða nøkrum lesandi frá føroyskum heilsupolitikki. Tað var skelkandi at finna útav, at hóast vit brúktu útvið 700 mió. kr. um árið á heilsuøkinum, so fanst ikki eitt einasta orð nakrastaðni um, hvat okkara heilsupolitikkur er, um málsetningar, raðfestingar osv. Onki!

Tí haldi eg tað var eitt bragd, at vit longu á vári 2006 høvdu orðað eina føroyska fólkaheilsuætlan - ikki kopierað uttanífrá, men evnað til út frá okkara egnu fyritreytum – hóast hon ikki er so fullfíggjað, sum Brynhild kundi ynskt sær.

Haldi tað vera enn størri bragd, at »Fólkaheilsuætlan føroyinga« ikki bleiv eitt skuffuálit sum so mangar politiskar ætlanir her á landi – men tvørturímóti ein livandi og virkandi fólkaheilsuætlan, sum myndugleikar, stovnar, arbeiðspláss, feløg og fólk dag og dagliga taka til sín, og at hon javnt og samt verður framd í verki, kanska júst tí hon ikki er so akademisk og alfevnandi, men pragmatisk og avmarkar seg til tað týdningarmesta.

 

Hvat er fólkaheilsupolitikkur?

Okkara fólkaheilsuætlan vísir til klassiska heilsuhugtakið hjá WHO:

 

»Heilsa er ikki bert frávera av sjúku men eisini likamlig, sálarlig og sosial vælvera«.

 

Sjálvandi eigur hetta at vera meira útgreinað, og har brúki eg sjálvur á almennum tiltøkum eina orðing frá svenska sjúkrarøktarfrøðingafelagnum (»Strategi for sjukskoterskans halsoframjande arbete«, Stockholm 2008), ið meira vísir til tann aktiva heilsufremjandi táttin í heilsuhugtakinum:

»Heilsa er eitt tilfeingi í dagliga lívinum – ikki eitt mál við lívinum, men ein miðil fyri einum góðum lívi«

Har verða eisini aðaltættirnir í strevinum fyri fólkaheilsuni lýstir sum tveir lutir: »at fyribyrgja sjúku og at fremja heilsu. Hetta fevnir um skipaði, miðvís, heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi átøk fyri at fremja góða og javnlíka heilsu fyri alt fólkið«.

Og júst hetta finna vit aftur sum yvirskipaður málsetningur í sjálvum fororðinum í føroysku fólkaheilsuætlanini, har vit hava skrivað:

»Við støði í hesum hevur landsstýrið tikið stig til at orðað ein fólkaheilsupolitikk,

sum miðar eftir at styrkja almennu heilsustøðuna hjá føroyingum,

sum eggjar til heilsugóða lívsførslu,

sum mennir heilsufremjandi viðurskifti, og

sum fyribyrgir sjúkuelvandi og heilsuskaðiligum viðurskiftum sum heild í samfelagnum«

 

Bæði fyribyrgjandi og heilsufremjandi...

Jú, føroyska fólkaheilsuætlanin miðar bæði eftir sjúkufyribyrging og heilsufremjan. Tá vit løgdu alla orku longu í 2006 og 07 at fremja heilsuátøk í skúlunum, við at fáa vatnkølarar inn í hvønn einasta skúla í landinum og at seta skjøtil á fruktskipanir, samstundis sum hækkað avgjald varð lagt á sodavatn, chips, tubbakk og sukurlystimeti, var tað samstundis eitt átak fyri at seta heilsugóðan kost á politisku dagsskránna og at leggja spírar til eina broyting móti meira heilsufremjandi hugburði, bæði millum børn og foreldur.

Tí er tað burturvið tá Brynhild sigur, at føroyska fólkaheilsuætlanin ikki er heilsufremjandi. Og hvat við fólkaheilsurenningunum? Er tað ikki heilsufremjandi átøk, at skapa eina avgjørda broyting í fólkinum fyri tí at røra seg, ganga ella renna, spæla ella venja so sum einum lystir? Eg tori at at pástanda, at eitt so simpult og einfalt átak sum árligu fólkaheilsurenningarnar, sum vit fóru undir í 2004, og sum síðani hava verið ein kjempisuccés, eru meira heilsufremjandi enn nakað annað, heilsuverkið kann vísa á tey nógvu seinni árini! Ikki akkurát tí at fólk eru farin at ganga, renna ella venja meir enn áður, men tí at hugburður og ábyrgd um egna heilsu er grundleggjandi broytt í okkara samfelag, og politiski myndugleikin eisini er eggjaður til at taka sín part upp á seg.

Eitt dømi um hetta síðsta er lógin um at gera almenna rúmið í Føroyum roykifrítt frá Ólavsøku 2009. Hvør vildi trúð tí, bara fyri einum ella tveimum árum síðani, at tað yvirhøvur skuldi bera til!

 

Fólkaheilsuhugsjónin – felags fyri aðalráð og bindiklubbar!

Brynhild gremur seg um, at fólkaheilsuarbeiðið bara sær út til at vera ein einsamøll uppgáva fyri Heilsumálaráðið. Men her fylgir hon illa við – og hevur ikki fangað sjálvan hjartaboðskapin í fólkaheilsuætlanini. Tí onki er undirstrikað greiðari, enn at uppgávan er ein felags uppgáva millum nógvar partar, almennar og privatar, og at bert í einum felags strevi kunnu vit vinna á mál. Sum skrivað stendur – sum okkara Credo fyri fólkaheilsustrevinum:

»Fólkaheilsuætlanin skal gerast ítøkilig og livandi, ikki bara av heilsuverkinum, men av øllum landsmyndugleikum, stovnum, kommunum, dagtilhaldum, skúlum, arbeiðsplássum, frítíðarfeløgum, ítróttarfeløgum, pensjonistafeløgum, ungmannafeløgum, skótum, gongufeløgum, kirkjum, samkomum, ølklubbum, bindiklubbum...

Heilsuáhugin tekur seg fram, allastaðni spretta og taka heilsuátøk seg upp millum fólk. Tað er hendan rørslan, sum verður motorurin í fólkaheilsuætlanini frameftir. Tí skal hon eydnast, skal hon verða fólksins ætlan, heldur enn ein strangur fremstifingur.«

Soleiðis skrivaðu vit í 2006, og tað er við stórari gleði at síggja, hvussu júst hetta hevur verið gongdin: at vit, sum almennur heilsumyndugleiki, ikki eingong klára at fylgja við í øllum teim nógvu átøkum sum felagsskapir, kommunur og einstaklingar hava tikið stig til.

 

Lið um lið á almennu rørsluráðstevnuni 11. mars

Nú ónsdagin 11. mars skipa vit fyri almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har vit skjóta rørsluárið ígongd – hóast nógvir partar langt síðani eru farnir ígongd, sum t.d. Havnar Svimjifelag og nógv onnur við.

Rørsluárið er eitt felags átak sum landsstýrismaðurin í heilsumálum, Ítróttarsambandið og Fólkaheilsuráðið skipa fyri.

Til tess at undirstrika, at hetta er okkara felags uppgáva, landsmyndugleikar, kommunur, ítróttarheimur, vinna, arbeiðspláss – so fer løgmaður saman við ikki minni enn fimm landstýrisfólkum at seta ráðstevnuna. Og har fara umboð úr øllum geirum í føroyska samfelagnum at greiða frá, hvussu vit kunnu lyfta føroysku fólkaheilsuna við spennandi átøkum í rørsluárinum 2009.

Øll eru vælkomin á rørsluráðstevnuna ónsdagin!