Jøvn kynsumboðan neyðug

Demokratia,Oluffa Joensen, forkvinna
------
Demokratia tekur fult undir við atfinningunum móti samansetingini av serkøna arbeiðsbólkinum og politiska fylgibólkinum, sum eru sett at arbeiða við eini endurskoðan av vallógini. Kvinnufelagið í Havn, Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna, og onnur hava ført fram, at tað í hesum arbeiðsbólkum eins og øllum øðrum almennum nevndum eigur at verða tryggjað ein jøvn kynsumboðan. Hetta er eins sjálvsagt og týdningarmikið, sum at tað skal vera tryggjað ein jøvn politisk umboðan og faklig umboðan.
Demokratia harmast um, at formansskapur Løgtingsins við tilnevningini av arbeiðsbólkunum báðum heldur enn at ganga á odda í arbeiðinum at tryggja eina breiða samanseting, sáar iva um vilja Løgtingsins at tryggja javna kynsumboðan í Løgtinginum. Tað hevði klætt formansskapinum at rættað hesa óhepnu støðuna við at ógilda tilnevningina og tilnevna arbeiðsbólkarnar av nýggjum, har jøvn kynsumboðan verður tryggjað.
Tað kann t. d. verða verða gjørt greitt og einfalt, eins og Kvinnufelagið í Havn skjýtur upp:
»Formansskapurin heitir á tey, sum innstilla nevndarlimir, um fyri hvønn nevndarlim at koma við tveimum uppskotum - einum av hvørjum kyni. Síðan má tað vera upp til formansskapin at seta nevndina saman, so kynsbýtið lýkur nútíðar krøv til javnstøðu«.
Hetta er vanlig mannagongd í tilnevning av almennum nevndum og tryggjar, at tey, sum tilmæla, og tey, sum tilnevna, verða noydd til at minnast til, at jøvn kynsumboðan er kravd, um tey skuldu havt (hug at) gloymt tað.