TRYGGING
Tá Tryggingarfelagið Føroyar fyri góðari viku síðani hevði aðalfund, so segði táverandi formaðurin, Jógvan Durhuus, frá frásøgn nevndarinnar fyri 2001.
Hann greiddi frá teimum ymsu pørtunum av virkseminum hjá Tryggingarfelagnum, sum hevði eitt yvirskot fyri sjálvt tryggingarvirksemið fyri 2001 og eisini yvirskot á fíggjarpostum, soleiðis at samlaða yvirskotið gjørdist 44,6 mió. kr. í yvirskoti eftir skatt.
?Nú monopolið er avtikið, kanst tú spyrja, um vit ikki ístaðin hava fingið eina ójavna kapping millum almenna bankan og privata virksemið, sigur Jógvan Durhuus í nevndarfrásøgnini.
Kapping og tó
Tað skilst, at Jógvan Durhuus ikki heldur nakað um kappingina frá almenna bankanum. Hann heldur ikki, at bankin hevur sett nøkur avkastkrøv til sína íløgu.
?Tað er at fegnast um, at kapping hevur tikið seg upp innan tryggingarvinnuna. Og kappingin við almenna bankan er eisini rættiliga hørð. Tað tykist tó, sum um almenni bankin ikki hevur sett nøkur avkastkrøv til sína íløgu í trygging. Í fjør kostaði tryggingarvirksemið almenna bankanum 4-5 mió. kr., og samanlagt hevur íløgan í tryggingarvirksemið kostað almenna bankanum uml. 25 mió. kr. Hetta má vera undrinarvert, serliga í hesum tíðum, tá so nógv verður skrivað og tosað um burðardyggar verkætlanir, stendur at lesa í nevndarfrágreiðingini.
Í nevndini tá sótu Jógvan Durhuus, Trygvi F. Guttesen, Birgir Mohr, Jógvan Lützen, Arngerð Persson, Ronald Poulsen, Anna Maria Simonsen, Emil Simonsen og Jákup Sólstein.
Á eykaaðalfundi, ið varð hildin beint eftir aðalfundin, stóðu nakrir nevndarlimir fyri valið, og endin gjørdist, at Jógvan Durhuus ikki varð afturvaldur. Nýggjur í nevndini er Jan Müller.
Jógvan Durhuus sigur, at tað altíð er keðiligt at ikki verða valdur, tá ein stillar upp. Hann hevur verið í nevndini ? fyrst Tryggingarsambandinum ? síðani 1980. Hann er framvegis limur í umboðsráðnum í tvey ár afturat.
Gott ár
Annars kundi nevndin í Tryggingarfelagnum fegnast um, at teir hava fingið yvirstkot innan sjálvt tryggingarvirksemið.
Orsakað av m.a. 11. september og partabrævamarknaðum úti í heimi gjørdist árið ikki so gott sum undanfarið alt í alt, men teir fegnast serliga um, at sjálvt tryggingarvirksemið gav yvirskot.