Jøvn grannauppgerð í Havn

Dysturin millum bestu kvinnuliðini hjá havnarfeløgunum báðum, Kyndil og Neistanum, gjørdist nógv javnari enn tey flestu høvdu væntað

Hondbóltur

Tað hevur verið rættuliga misjavnt, hvussu tað hevur hilnast hjá havnarfeløgunum báðum í bestu kvinnudeildini í ár. Neistin hevur verið við í oddastríðnum, men møguleikin fyri meistaraheitinum er langt síðani fokin. Hjá Kyndli hevur árið roynst stak illa, og liðið liggur niðast á stigatalvuni við bert tí eina stiginum. Av somu orsøk høvdu tey flestu óivað væntað ein tryggan sigur til Neistan, tá ið grannauppgerð var í høllini á Hálsi sunnudagin.

Styrkt heimalið
Kyndlaliðið hevði fingið kærkomnan styrk til dystin sunnudagin. Toppskjúttin seinastu mongu árini, Lotte Sørensen, var við aftur eftir drúgvan skaða, og harafturat var danska Sabine Frølund í hópinum, eftir at hon júst er komin aftur til klettarnar.
Tær grønu byrjaðu eisini væl, og Kyndil hevði leiðsluna fyrstu løtuna. Serliga tóktist verjan hjá Kyndli stinn, og saman við einari vælleikandi Fríðu Petersen í málinum syrgdu tær fyri, at tær bláu úr Neistanum høvdu stórar trupulleikar í byrjanini av dystinum.
Tá komið var um miðjan fyrra hálvleik gjørdi Neistin tó ein vørr og skeyt ikki færri enn fimm mál í slag, soleiðis at liðið fór frá at verða eitt mál afturút til at verða á odda við fýra málum! Hesa løtuna var tað, sum um Neistin fekk verjuna at virka, og tað líkasum tók broddin av álopsspælinum hjá Kyndli. Av somu orsøk hevði Neistin eina fýramáls leiðslu, 10-6, tá ið komið var til hálvleiks.

Lotte kemur í gongd
Í seinna hálvleiki kom spenningur í aftur. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at Lotte Sørensen hjá Kyndli fekk gongd á kanónina, og í hinum endanum hevði Neistan stórar trupulleikar við at umseta kjansir til mál. Antin bjargaði Fríða í málinum hjá Kyndli, ella vóru skotini hjá teimum bláu ikki nóg neyv og fór út um málrammuna.
Bert fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá hevði Kyndil minkað um munin, so at Neistin bert var á odda við einum máli. Neistin økti aftur við trimum málum á rað, men so gjørdi Kyndil aftur tað sama, so at støðan var 14-13 til Neistan, og bert tíggju minuttir vóru eftir at leika.
Tað skal nevnast, at Kyndil mansvardi Simonu Dzikgyte, meðan Neistin mansvardi Lotte Sørensen. Hetta gjørdi at álopsspælið hjá báðum liðum bleiv rættuliga stressað, og tískil vóru rættuliga nógvir óneyðugir feilir framdir av báðum pørtum.
Sjálvt um báðar blivu mansvardar, dugdu tær tó at blanda seg upp í spælið, og eftir at Kyndil, sum áðurnevnt, hevði minkað til 13-14, vísti Simona av álvara sína styrki og skeyt trý mál á rað, so at Neistin kom á odda 17-13. Bert fimm minuttir vóru eftir at leika, og dysturin tóktist nú at verða avgjørdur, men Lotte Sørensen vildi tað øðrvísi. Hon minkaði um munin tríggjar ferðir á rað, so at støðan var 16-17 og ein minuttur eftir at leika. Eitt av hesum trimum málunum hjá Lotte var eitt gott dømi um nógv feilirnar í dystinum. Linda á Dunga í neistamálinum og Marjun Tróndarson misskiltu hvørja aðra, tá ið fyrrnevnda skuldi senda bóltin í spæl, og bólturin endaði beint í føvninginum á Lotte, sum úr 15 metra fjarstøðu kundi kasta bóltin í einum bleytum boga upp um Linda í málinum og í netið. Tíbetur fyri neistakvinnur og tíverri fyri kyndilskvinnur eydnaðist tað Lív Sørensen hjá Neistanum at skora í næsta álopinum og harvið tryggja Neistanum bæði stigini.

Tvær stinnar verjur
Samanumtikið kann sigast um dystin sunnudagin, at talan var um ein spennandi dyst, har áskoðararnir sóu tvær stinnar verjur, ið stóðu sterkt í myndini. Hinvegin høvdu bæði liðini trupulleikar av at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, og dúvaðu tískil upp á kanónirnar hjá ávíkavist Simonu Dzikgyte og Lotte Sørensen. Eisini Lina hjá Neistanum hevði nøkur góð skot. Skal nakar annar nevnast burtur úr rúgvuni, má tað verða Fríða í málinum hjá Kyndli, ið hevði fleiri góðar bjargingar. Málverjarnir báðir hjá Neistanum, Helena Dam Poulsen og Linda á Dunga, royndust eisini væl, og eitt gott dømi um hetta er, at tað ikki eydnaðist Kyndli at skora upp á nakað av sínum trimum brotskøstum í dystinum!
Eftir stigatalvuni at døma skuldi munurin á liðunum báðum verið størri enn hann var sunnudagin, men tað eru tekin um, at Kyndil er við at koma eitt sindur fyri seg. Styrkurin í Lotte Sørensen og Sabine Frølund er kærkomin, og tær báðar kunnu verða við til at lyfta unga kyndlaliðið, ið uttan iva kann geva fleiri av hinum liðunum harða mótstøðu.

Dysturin í tølum
Kyndil-Neistin 16-18 (6-10)
Kyndil: Lotte Sørensen 7, Annika Thomsen 2, Anja Heinadóttir 2, Randi Wardum 2, Ann-Mari Vang 1, Jensia Kjærbæk 1, Sabine Frølund 1
Neistin: Simona Dzikgyte 7 (2), Lina Andrikgyte 5, Lív Sørensen 4, Ása á Neystabø 2,
Brotskøst: Kyndil 3(0) Neistin 3(2)
Útvísingar: Kyndil 5, Neistin 4
Dómarar: Kári Hansen og Trygvi Mortensen: Komu væl frá dystinum