Meðan ein General Motors verksmiðja í Evropa sigur fólk úr starvi, er ein onnur noydd er at seta eyka arbeiðslið inn. Kreppurakta Saab bilverksmiðjan í Svøríki boðar frá, at helst verður neyðugt at siga 750 fólkum úr starvi. 650 av hesum starvsfólkum eru sáttmálabundin, meðan 100 eru tænastufólk.
Tað er amerikanska bilkonsernin General Motors, sum eigur Saab. Ein orsøk til ringu støðuna er fallandi eftirspurningur eftir Saab á amerikanska marknaðinium.
Í fleiri mánaðir hevur leiðslan í Saab arbeitt við at bjarga fyritøkuni, sum herfyri fór í gjaldssteðg, undan húsagangi. Arbeitt verður framvegis við at finna eina loysn.
Á týsku Opel verksmiðjuni í Russelsheim, sum eisini hoyrir til General Motors, er so stórur eftirspurningur eftir nýggja Opel Insignia, at neyðugt er at seta eitt eyka arbeiðslið inn, soleiðis at nú verður eisini arbeitt leygardag.










