Ójøvn góðska á fartelefonum

Tónleikaspælari, myndatól og útvarp eru vanlig tilboð í nýggjastu fartelefonunum, og ljóðgóðskan er ofta vánalig. Sony Ericsson W800i er vinnari í nýggjastu kanningini hjá danska brúkararáðnum og ICRT, sum varð kunngjørd í januar 2006.

Í blaðnum í dag hava vit talvu við stórari kanning av 21 fartelefonum.
Tað kann vera ómetaliga ørkymlandi at velja røttu fartelefonina, tá prísurin skal samsvara við krøv og tørv. Ikki er ráðiligt at keypa fyrstu telefonina, tú kemur fram á, men at kanna marknaðin væl og virðiliga, áðrenn tú dregur Visakortið gjøgnum sleduna. Her er okkurt, sum tú kanst hava í huganum. <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


·        Ger tær greitt, hvønn tørv tú hevur. Ert tú ikki typan, sum brúkar myndatól ella spøl, er óneyðugt at rinda fyri hesar hentleikar. <o:p></o:p>


·        Um stráluvirðið hevur týdning fyri teg, og hvørja telefon tú velur, so kannað SAR-virðið. Um stráluvirðið er lágt, sendir fartelefonin ikki so harðar elektromagnetiskar eindir. Í Danmark má SAR-virðið ikki vera hægri enn 2,0. <o:p></o:p>


·        Hetta ráðið er ikki so umráðandi í Føroyum, men nógvir føroyingar keypa sær fartelefon í Danmark, og har er lætt at verða lumpað. Handlarnir lýsa ofta við óvanliga bíligum telefonum - heilt niður í 1 kr. Men slíkt kan lættliga gerast ein dýr søga, tí ofta bindur tú teg til eitt hald hjá telefyritøkuni. Og viðhvørt er haldið so kostnaðarmikið, at tað hevði loyst seg betur at keypt telefonina við ongum haldi. Minst til at kanna samlaðu útreiðslurnar í tíðarskeiðinum, sum haldið fatar um.<o:p></o:p>


·        Royn fartelefonina áðrenn tú keypir hana. Royn knapparnar, haldgóðskunna og ljóðgóðskunna. Vegna stuldur, hava nakrir handlar kopitelefonir liggjandi frammi, men tú kanst altíð biða um at royna eina veruliga telefon. <o:p></o:p>


·        Tak hædd fyri battaríinum. Tað er stórur munur á, hvussu leingi tú kanst brúka telefonina, uttan at løða hana.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>