Játtar seg sekan í mansmorð og at hava brúkt fleiri vápn

Ákærdi pápin í Brønshøj viðgongur nú manndráp í rættinum

Pápin, sum fyrr í dag varð ákærdur fyri at hava dripið konu sína og trý børn teirra, hevur nú játtað seg sekan í manndrápi í grundlógarhoyring. Tað sigur verji hansara í rættinum í Fredriksberg.

 

 

Hann játtar seg sekan í ákærini um, at hann týsmorgunin við einum ella fleiri revolvaraskotum og knívsstunga hevur dripið mammuna hjá teimum trimum børnunum, veit BT at skriva. 

 

 

Ákærdi vildi ikki svara spurningum til grundlógarhoyringina, sum var handan stongdar dyr. 

 

 

Drápini vóru framd um 7.30 tíðina í morgun, og sambært ákæruni so skeyt ákærdi offrini við revolvara eina ella fleiri ferðir og stakk við knívi fleiri ferðir, skrivar BT.

 

 

Fleiri funnin dripin í íbúð í Keypmannahavn

 

 

Løgreglan fekk fráboðan um ófrið týsmorgunin og fór tá í íbúðina í Brønshøj í Keypmannahavn, har mamman og tey trý børnini vóru myrd í íbúðini.