Vit hava sett yvirlæknanum stevnu, og spurt hann, hvørjar trupulleikar hann sær sum teir størstu á Landssjúkrahúsinum.
Og Jákup Petersen, sum mangan hevur verið virkin í kjakinum um heilsuverkið, leggur fyri við at greiða frá, at hann ikki er vísur í, at øll tosa um somu trupulleikar, hóast teir ofta føra til sama úrslit.
- Fyrst vil eg siga, at eg meti at sjúklingarnir fáa eina góða viðferð her á sjúkrahúsinum, bæði hvat viðvíkur kanning, viðgerð og røkt, og á teimum økjunum helma vit ikki. Eg kenni onki til sløvar og inkompetentar læknar ella at fólk verða send heim at doyggja, staðfestir Jákup Petersen, sum tó í næsta andadrátti vísir á, at trupulleikar eru, sum í stóran mun ávirka starvsfólkini og trivnaðin á staðnum.
Og hann nevnir teir báðar størstu veikleikarnar sum verandi: At ov nógvir sjúklingar verða liggjandi eftir lokna viðgerð, tí ongin útslúsingarskipan er, umframt, at tvístreingjaða leiðsluskipanin, sum er eitt úrslit av einum fakfelagspolitiskum stríði, ikki gagnar sjúkrahúsinum, men harafturímóti ger, at starvsfólkini ganga í bólkum og hugsa mest um at fáa sum mest til sín sjálvs.
Sum at vera í fongsul
Jákup Petersen hevur sagt tað fyrr, og hann endurtekur, at hann metir, at játtanin til sjúkrahúsið átti at rokkið. Men samstundis vísir hann á, at peningurin røkkur ikki nóg langt, tá hann verður nýttur skeivt.
- Tað er ein stórur trupulleiki, at vit sleppa ikki av við sjúklingar, sum hava fingið viðgerð, og sum eru til reiðar at verða útskrivaðir. Teir hava tørv á røkt, og tað kundu teir fingið aðrastaðni enn her á Landssjúkrahúsinum. Nakrir verða sendir til Klaksvíkar, men tað er als ikki nóg mikið. Vit hava ikki meira at bjóða, tá viðgerðin er liðug, og tá átti kommunurnar at tikið um endan, sigur Jákup Petersen. Og hann vísir á, at tað er tyngjandi, bæði fyri sjúklingin, tey avvarðandi, starvsfólkið og ikki minst játtanina til sjúkrahúsið.
- Eitt eldri fólk kann vera versna nógv eftir eina innlegging, eitt nú í sambandi við ein blóðtøpp, ella tá fólk detta og bróta seg sundur. Tá eru umstøðurnar broyttar nógv, og tey eru als ikki før fyri at koma heim aftur. Her áttu kommunurnar at tikið um endan og bjóða borgaranum heim vælkomnum heim aftur, við vissu um røkt, antin í heiminum ella á einum røktarheimi. Føroyar munnu vera eindømi um vánaligt samskifti millum sjúkrahúsið og heimkommurnar hjá sjúklingunum, sigur Jákup Petersen. Hann harmast um, at onki samskifti er millum Landssjúkrahúsið og kommunurnar, og setir fram ynski um, at umboð fyri kommununar komu á vitjan, so tey í felag kundu gjørt eina rehabiliteringsætlan fyri sjúklingin, har vissa var fyri, at sjúklingurin fekk røttu tilboðini, tá hann kom heim aftur.
- Tað óneyðuga tyngjandi fyri ein stovn sum Landssjúkrahúsið, at eingi tilboð eru til sjúklingar eftir viðgerð. Og harumframt er tað vanæruligt fyri sjúklingin at verða noyddur at liggja á skurðdeildini í upp til eitt ár, tí hann er seingjarliggjandi, sigur Jákup Petersen. Og hann vísir á, at umstøðurnar fyri slíkar sjúklingar eru út av lagi vánaligar, tí teir liggja í vegin fyri hinar sjúklingarnar, verða fluttir út og inn eftir gongini, í øllum hurlivasanum, sum er á einari skurðdeild.
Loysnin á hesum trupulleikanum er, sambært Jákupi Petersen, at fáa eina útslúsingarætlan fyri sjúklingin, har vissa fæst fyri umlætting ella røktarheimi, og at onkur frá kommununi veit at siga, nær borgarin kann fáa tilboð um pláss.
- Fyri eldri borgaran er tað sum at vera settur í fongsul, men ikki at vita nær tú sleppur út aftur, sigur Jákup Petersen, sum skrivaði bræv til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um hetta fyri tveimum árum síðani.
- Har greiddi eg nágreiniliga frá, hvussu slíkt kundi verið skipað, men eg hoyrdi ongantíð nakað aftur. So hetta er ein uppgáva til leiðslurnar, at taka upp samband við kommunurnar, og fáa eina avtalu um tilboð til sjúklingar, sum verða útskrivaðir.
Leiðsluskipanin
Jákup Petersen sigur, at hin stóri trupulleikin á Landssjúkrahúsinum er leiðsluskipanin.
- Vit hava eina tvístreingjaða leiðsluskipan, har tað eru tveir leiðarar á hvørjari deild, ein leiðandi yvirlækni og ein leiðandi sjúkrasystir. Hesin leistur er eitt úrslit av einum fakfelagspolitiskum stríði og gagnar ikki sjúkrahúsinum. Eg rokni við, at sjúkrasystrarnar fegnast um verandi skipan, men læknarnir eru ikki so glaðir, greiðir hann frá.
- Treytin fyri at leiða einum so stórum stovni, átti at verið, at viðkomandi duga at leiða og at skipa arbeiðið á ein skilagóðan hátt. Tað er ein stórur vansi, at nógvir aðrir starvsbólkar, so sum fysioterapeutar, ergoterapeutar, vaskifólk, portørar, sjúkrahjálparar og pleygarar, onki umboð hava í leiðsluni, og harumframt er tað eins og at leiðslurnar bert hava í hyggju at røkja áhugamálini hjá teirra egnu fakbólkum. Soleiðis verður endamálið ikki at samstarva um at fáa verkið rikið so rationelt, sum til ber, men heldur at ganga í fraktiónum og at fáa sum mest til sín sjálvs. Hetta er ein óheppin støða, sum setir kílar í og sum ger, at bólkar ganga í sjálvdrátti, sigur Jákup Petersen, sum heldur, at skipanin eisini hevur við sær loyalitetstrupulleikar.
- Eitt nú hava vit fingið boð um altíð at venda okkum til næstkommanderandi, men við leiðslusoylum, sum ganga allan vegin upp gjøgnum skipanina, ferðast boð upp gjøgnum eina soylu og niður gjøgnum hina, og fólk hava eittans endanmál, sum er at røkja áhugamálini hjá sínum fakbólki, sigur Jákup Petersen, og vísir á, at aðrastaðni ganga tey burtur frá slíkum leiðsluskipanum, og hann mælir til eina einstreingjaða leiðslu, har tað var ein treyt, at viðkomandi, sum hevði ræði, í fyrsta lagi skal hava administrativar førleikar og uppgávur.
- So leingi sum fólk ganga ørindi fyri seg sjálvi og ganga í bólkum, verður skipanin ikki rationel. Hetta havi eg gjørt vart við, men til fánýtis. Ovasta leiðslan tekur kritikkin persónliga og fokus verður sett á persónin, sum ber fram kritikkin, í staðin fyri at viðgera málið, sum viðkomandi tekur fram. Hesin autoriteri leiðsluhátturin ger, at tað brestur, og fólk knarra og siga upp. Og ferðslan er lívlig millum starvsfólk, leiðslu og Almanna- og heilsumálaráðið, sigur Jákup Petersen.