Játtanin helt

Góðar 200.000 krónur lupu av játtanini til fólkatkvøðuna um kommunusamanlegging

1,2 milliónir krónur vórðu játtaða á fíggjarlógini til fólkaatkvøðuna, sum hildin varð í mai um samanlegging av kommunum.
Men so nógv kostaði fólkaatkvøðan ikki tí almenna. Kommunurnar høvdu ongar útreiðslur av fólkaatkvøðuni.
Nú allar rokningar eru komnar inn, vísir roknskapurin, at fólkaatkvøðan kostaði tí almenna 987.000 krónur.
Samsýningar og viðbøtur fóru við tí mesta, 681.000 krónum.
Postgjøldini vóru samanlagt 234.000 krónur.
Restin fór til arbeiðsmarknaðargjøld, keyp av tænastuveitingum, keyp av pappíri og prentlutum, umboðan og ferðing og flutning hjá almennum starvsfólkum innanlands.