– Høgni Hoydal játtaði sjálvur almennar pengar til film um seg sjálvan.
Tað skrivar Sjúrður Skaale í bókini »2000 – tá Føroyar skuldi loysa«.
Sjúrður Skaale greiðir frá, at nógv ilskaðust inn á landsstýrið hesa tíðina, fullveldismálið koyrdi upp á tað harðasta, fyri at brúka almennar pengar til politiska propaganda.
Sjúrður Skaale skrivar millum annað soleiðis í bókini:
»Í Keypmannahavn beliv ein kvinna bæði hørm og insprerað av at síggja viðferðina, sum landsstýrið fekk eftir fyrsta samráðingarfundin. Tað var Ulla Boje Rasmussen, sum hevði gjørt tveir nógv róstar dokumentarfilmar um Føroyar. Hon setti sær nú fyri at gera ein film um hetta politiska málið, fekk loyvi at filma og slapp stundum nokk so nær at tí, sum hendi í Tinganesi.
Men filmurin var ikki fígggjaður – og hon søkti eisini føroyska fígging. Tað fekk hon, og í rullutekstinum eftir filmin stendur, at "Løgmansskrivstovan, Løgdeildin" og "Mentamálaráðið" vóru millum stuðlarnar. Nógvir aðrir stuðlar vóru, bæði norðurlendskir og føroyskir – men tað serliga við hesum báðum var, at Høgni Hoydal bæði hevði Løgdeildina og Mentamálaráðið undir sær. Og Løgdeildin í Tinganesi hevur neyvan nakrantíð áður stuðlað slíkum.
Høgni bleiv seinni lagdur undir at hava brúkt almennar pengar til at fíggja ein film um seg sjálvan – og tað hoyrir hann framvegis fyri frá sínum fíggindum.«