Jú tilflytingin er methøg!

Sambandstingmaðurin Helgi Abrahamsen leggur Javnaðarflokkin undir at brúka skeiv tøl, tá vit í desembur vístu á, at vit hava vent fráflyting til tilflyting. Løgtingsmaðurin hevur sjálvandi rætt, tá hann staðfestir, at útisetar ikki valfarta til Føroyar einans tí, at Aksel V. Johannesen er løgmaður. Men um Sambandsflokkurin ikki heldur, at politikkur kann ávirka, hvar fólk búseta seg, og hvussu teirra lívsviðurskifti eru, so átti flokkurin kanska at fingist við annað enn politikk.

 

Og hóast Sambandsflokkurin hevur brúkt áleið tveir mánaðar at rokna uppá tølini, so kemur einki nýtt á borðið: Undir undanfarnu samgongu við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum á odda høvdu vit samanlagt stóra fráflyting á umleið 700 fólk. Undir sitandi samgongu hava vit havt stóra netto-tilflyting á góð 1.800 fólk. Afturat hesum kemur so burðaravlop á góð 1.000, sum tilsamans ger, at fólkatalið nú er 51.312 (dec 18) í mun til 48.938, tá samgongan tók við. Ein vøkstur á 2.374 fólk uppá góð trý ár.

 

Undanfarna samgonga má gjarna breggja sær av at hava havt størri tilflyting enn fráflyting fyri eitt ár. Men tað er lítið ambitiøst, tá tey fingu uppgávuna at stýra landinum í fýra ár.

 

 

Nýggj tøl staðfesta góðu gongdina: methøg tilflyting og metlág fráflyting

Veturin 2013-2014 vendi gongdin í fólkatalinum, og síðani hevur verið fólkavøkstur í landinum. Men tað er fyrst og fremst tey seinastu fýra árini, at tilflytingin veruliga hevur tikið dik á seg. Og Sambandsflokkurin átti at vita, at tað er púra avgerandi fyri at menna føroyska samfelagið, at vit fáa ungar útisetar heim aftur.

 

Einki kemur av sær sjálvum, men alt bendir á, at førdi politikkurin fær fleiri at velja Føroyar til. Fólkatalið vaks við 898 fólkum – heili 1,8 % av samlaða fólkatalinum (!) – frá 1. desembur 2017 - 1. desembur 2018. Burðaravlopið var 285, meðan nettotilflytingin var heili 613 fólk uppá eitt ár.

 

Sambært Hagstovuni stendst stóri fólkavøksturin hesi seinastu árini einamest av, at færri flyta úr Føroyum, og at fleiri flyta til Føroyar. Í mun til fólkatalið hevur fráflytingin ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini. Úrslitið av tí søguliga lágu fráflytingini og tí methøgu tilflytingini er, at tað ongantíð fyrr – hvørki í tali ella luftalli – er komið fyri, at so nógv fólk flyta til Føroyar.

 

Førdi politikkurin í hesum samgonguskeiðinum hevur sjálvsagt sín lut í hesum. Vit eru vorðin ríkari, fleiri, djarvari og meira tíðarhóskandi. Men vit eru ikki komin á mál. Fyri Javnaðarflokkin hevði tað undan seinasta vali stóran týdning av venda fráflyting til tilfyting. Frameftir fara vit sum altíð at arbeiða fyri, at vøksturin og góða gongdin kemur øllum økjum og øllum samfelagsbólkum til góðar. Tað er har, sum næsta stóra takið liggur.