Hesa vikuna er Sildberin, ið vanliga røkir siglingina um Skúvoyarfjørð, á beding, og í tí sambandi røkir glasfipurbáturin, Jósup, Skúvoyarsiglingina í nakrar dagar.
Jósup er báturin, smápartafelagið Mykines hevur latið bygt í Íslandi til Mykinessiglingina, og nú Jósup røkir Skúvoyarsiglingina fyri Sildberan, er hetta eisini ein møguleiki hjá Strandferðsluni at vita, hvussu ein glasfipurbátur roynist á júst hesi rutuni.
Strandferðslan skal finna annað skip til rutuna fyri Sildberan, sum er stálskip frá 1979 og slett ikki er nøktandi longur, tí hann siglir seint og hartil bara er góðkendur til 30 ferðafólk um summarið og 23 um veturin.
Jósup tekur 70 ferðafólk og hartil gongur nógv skjótari, so hann eitt nú bara hevur hálvan tíma um teinin frá Sørvági út í Mykines, har Súlan plagdi at brúka fimm korter.









