Jústinus hálvtrýss

Í dag 10. september, verður Jústinus Leivsson Eidesgaard, journalistur og rithøvundur, fimmti – ella hálvtrýss, sum føðingardagsbarnið uttan iva sjálvt hevði sagt tað.

Jústinus er ættaður úr Oyndarfirði, sonur Bodil og Leiv Eidesgaard, sum bæði eru úr Oyndarfirði.

Eg kom at kenna Jústinus fyri sløkum 20 árum síðani. Haldi hetta mundi vera, meðan hann stjórnaði og skrivaði í Tingakrossi – líkasum ein frísk roynd at endurnýggja hetta gamla sjálvstýrismálgagnið. Hann fekk eisini meira futt í blaðið – og ikki minst vóru tað oddagreinirnar, sum høvdu ein hvassan brodd.

Jústinus er ein royndur journalistur. Hann hevur verið á flestu bløðum í Føroyum, men mest á Sosialinum – og er tað higani, eg best kenni Jústinus.

Tað at hava nøs fyri tíðindum og søgum er hentasta dygdin hjá einum journalisti. Og tað hevur Jústinus. Hann er ein av teimum, sum altíð hugsar um, hvussu hendan søgan nú riggar á forsíðuni, tí eina forsíðu skulu vit altíð hava.

Jústinus er bersøgin maður, hann leggur ikki fingrarnar ímillum, um hann hevur okkurt upp á hjarta. Týpiskt Jústinus, hugsaði eg, tá eg fríggjadagin læs hansara hugsan um, hvussu nýggi bispur skal vera og hvussu hann skal veljast – og júst tað, at hann skal vera bispur fyri øll, fyri homoseksuel, fyri fólk, sum giftast fleiri ferðir og aðrar minnilutabólkar, sum soleiðis verða happað av fleiri prestum. Og tað er akkurát Jústinus at tala at slíkum.

Tá man sum Jústinus nú er komin hálvvegis til árs, so er sjálvandi freistandi at tríva í onkra góða søgu. Tann klassiska um Jústinus er og verður grindadrápið í Vestmanna á sinni, har Jústinus so greidliga skrivaði um hetta pena drápið. Nú var tað so, at grindin var ikki deyð, tá blaðið fór í pressuna, men Jústinus vildi kortini hava søguna við. Tíverri fyri hann slapp grindin...

Tá Jústinus var á Sosialinum helt hann tveir føðingardagar um árið. Umframt tann vanliga, so var tað dagurin, tá hann gavst at drekka, sum var hátíðarhildin á hvørjum ári við góðari kaku. Hugaligt og lívsjáttandi at síggja, hvussu stóran týdning ein slík vend í lívinum fær á ein persón – og á øll, sum eru kring hann.

Áðrenn Jústinus fyri nøkrum árum síðani fór at arbeiða sum rithøvundur burturav, var hann tíðindaleiðari á Sosialinum – og tí var tað hann, sum í størstan mun hevði ávirkan á, hvat kom í blaðið, og hvat kom á forsíðuna. Vit hava havt manga diskussión um, hvørt nú tað var rætt at spíska hesa ella hasa søguna soleiðis á forsíðuni. Jústinus hevði sína meining – púra óinnpakkað, meðan vit onnur kanska vóru eitt sindur varnari. Aftaná var tað altíð nógv lættari at síggja, hvør nú hevði rætt – og tað hevði Jústinus onkuntíð – og vit onnur eisini onkuntíð.

Leygarkvøldið verður stór veitsla í B36 húsinum at hátíðarhalda, at Jústinus nú fer um hesa sýnuna. Góði Jústinus, vit ynskja tær hjartaliga tillukku og gleða okkum til veitsluna!

Eirikur Lindenskov

blaðstjóri

Í dag 10. september, verður Jústinus Leivsson Eidesgaard, journalistur og rithøvundur, fimmti – ella hálvtrýss, sum føðingardagsbarnið uttan iva sjálvt hevði sagt tað. Jústinus er ættaður úr Oyndarfirði, sonur Bodil og Leiv Eidesgaard, sum bæði eru úr Oyndarfirði.