Júst í Túni frá sum stjóri í Nema

Júst í Túni hevur lagt frá sær sum stjóri í Nema

Sambært Rúnar Reistrup, nevndarformanni í Nema og Hey, sum leggja saman, so hevur Júst í Túni lagt frá sær, og hendir hetta í sátt og semju við nevndina.

- Júst í Túni er farin frá sum stjóri, og hetta hendir í sátt og semju við nevndina. Fyribils er Gunnar Nielsen settur sum stjóri, og virkar hann, til nýggjur stjóti verður settur, sigur Rúnar Reistrup við in.fo.

Júst í Túni hevur staðið á odda í samanleggingartilgongdini av Nema og Hey, men í næstum fer fyritøkan at leita eftir nýggjum stjóra.