Júst er uppvaksin í Klaksvík. Foreldur hansara vóru Poul og Mathea Skarðenni, betur kend sum Stellu-Poul og Stellu-Mathea. Júst er yngstur av fýra syskjum: Karin Laksafoss og Andras Skarðenni búsitandi í Klaksvík. Og Malan Hilduberg og Júst Skarðenni, búsitandi í Havn.
Júst fór í maskinlæru á Klaksvíkar Sleipistøð frá 1961-65. Í 1969 tók hann víðkað maskinmeistaraprógv í Keypmannahavn, og arbeiddi hann tvey ár sum maskinmeistari á el-verki í Keypmannahavn. Fór so við fiskiskipi í tvey ár, m.a. M/B Karinu og M/B Norðborg sum maskinmeistari.
Í 1975 fór leiðin so til Strandferðsluna. Har hann fyrst fór umborð á Smyril sum 1. meistari og síðani umborð á Teistan, har hann var maskinchef.
Eitt skifti, frá 1978, var hann próvdómari og próveftirlitsmaður á Føroya Maskinskúla, og í 1981 gjørdist hann nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum. Í 1983 fór hann so at arbeiða á Sundsverkinum hjá SEV, har hann var til 1999.
Í 1983 keypti Júst handilin Lampubúðina. Í 1988 bygdi hann handilshøli í Dr. Jacobsensgøtu 9, har hann í dag hevur sína dagligu gongd, og eru tað mong ið kenna hann aftan fyri diskin.
Seinastu mongu árini hevur hann eisini verið sýnsmaður fyri Realin.
Júst er giftur við Jacobinu Leo, ættað úr Vági, uppvaksin í Havn. Foreldur hennara vóru Alexander og Katrina Leo. Síðst í 70unum bygdu tey hugnaliga heim teirra, á Garðsgøtu, á Argjum. Og eiga tey trý børn. Elsta dóttir teirra Rutt (24 ár), gift við Petur Hansen Skarðenni úr Leirvík, saman eiga tey Sáru 1 ár. So er tað Rakul (20 ár) og Rói (17 ár).