Jú sanniliga stendur valið millum vælferð ella fullveldið

Sum eitt beinleiðis framhald av kjaksendingini mánakvøldið við løgmann, so má eg enn einaferð undirstrika, at tað er ótrúliga langt úti, at løgmaður skal fáa seg til at súrmúlast inn á Javnaðarflokkin, tí vit ikki taka undir við teirra fullveldisætlan, tá teir nóg illa gera tað sjálvir.

 

Men ringast av øllum er, at løgmaður ikki skilir okkara klokkuklára boðskap um, at valið í dag ikki snýr seg um hendan ella handan modellin til fullveldið, men valið snýr seg snøgt sagt um valið millum vælferðina og teirra fullveldisætlan.

Tað stendur nú púra greitt, at vælferð og fullveldið als ikki kunnu ganga hond í hond. Velur tú fullveldið, so missir tú vælferðina, og fyrstu sera týðiligu tekinini standa ljóslivandi fyri fólki:


? Bíðirøðin til røktarheim liggur upp á 250

? Pensjónsmálið hjá okkara pensjonistum enn óloyst

? Tey sálarligu sjúku fáa ongar møguleikar til at flyta í hóskandi sambýli

? Landssjúkrahúsið letur deildir aftur

? Ein afturúrsigldur fólkaskúli, har børn við serligum tørvi ikki fáa neyðugu tilboðini

? Tey við skerdum førleika fáa ikki hóskandi bústað

? Bíðirøðir til viðgerð innan okkara sjúkrahúsverk

? Heimarøktin fær ikki nøktandi játtan

? Heimasjúkrasystrarnar fáa súkklur til at flyta seg millum heim og arbeiðið


Ja, les bara Dagblaðið mánadagin, har sjálvt Rúna Sivertsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin kallar hetta eina landaskomm, og eg fái ikki verið meira samdur í hesum. Og orsøkin er tann einfalda, at borgarliga loysingarsamgongan hevur valt at spara upp til fullveldið, og so má alt annað liggja á láni.

Komandi fíggjarlóg, sum nú liggur í fíggjarnevndini, kemur eftir øllum at døma aftur fyri tingið við ongum yvirskoti, hóast vit enn eru vælsignaði við øllum tí viðráki, sum hugsast kann. Ræðandi spurningurin er tí, hvat nú um viðrákið vendir? Um fiskiskapurin minkar, ella trupulleikarnir í alingini halda fram? Hvat um ein alheims fíggjarkreppa eisini rakar okkum, sum hon sjálvandi vil?

Tað verður sagt av øllum búskaparfrøðingum, at tað er óðamannverk at leggja ein búskap til rættis við einum hákonjunkturi sum grundarlag, sum henda samgongan ger.Og um somu tíð avskriva somu menn og kvinnur 366 mió. kr. av okkara inntøkugrundarlagi. Skera eina millión krónur burtur um dagin. Hvussu nógv gott kundi ikki verið gjørt fyri munandi minni upphædd?

Er tað nakað at siga til, at vit tí tengja okkara vælferð og fullveldið hjá samgonguni saman? Tey eru tvær síður av somu søk, uttan mun til hvat løgmaður ella varaløgmaður annars siga.

Og hvat ger samgongan, um hon heldur fram eftir løgtingsvalið? Jú, hon hevur einki val, hon noyðist antin at hækka skattirnar, gera risasparingar ella fara út at taka lán fyri at fíggja raksturin.

Vilt tú eisini vísa tína ónøgd við hesa ábyrgdaleysu gongd, so er at geva samgonguflokkunum durafjórðingin á valinum 20. nov.