Tann 19 ára gamla Jórunn Gudmundsen úr Sandavági kann nú kalla seg fyri ársins Hair Icon.
Herfyri luttók Jórunn Gudmundsen í stórari kapping, sum fyritøkan Schwartzkopf í Danmark skipaði fyri. Kappingin snúi seg um at finna gentuna við tí vakrasta hárinum.
Allar kvinnur í danska ríkinum kundu senda inn myndir, og síðani kundu fólk atkvøða umvegis interneti.
Fimm kvinnur komu í finaluna. Aftur her kundu fólk atkvøða, men ein dómsnevnd var eisini við til at velja vinnaran.
Tá avtornaði varð tað føroyska Jórunn Gudmundsen, sum vann kappingina.
- Dómsnevndin og onnur fólk góvu stig, har 100 var tað mesta. Har var eg so heppin at fáa 100 stig frá dómsnevndini og eisini 100 stig frá fólkunum, sum atkvøddu á internetinum, sigur Jórunn Gudmundsen, sum dagliga gongur á Studentaskúlanum í Hoydølum.
Við at vinna kappingina skal Jórunn Gudmundsen vera umboð fyri Schwartzkopf á mótavikuni í Svøríki seinast í hesum mánaðinum. Harafturat skal hon taka myndir við professionellum fotografi, sum síðani verða at síggja í danska mótablaðnum Costume.
- Tað hevur altíð verið mín dreymur at sleppa á eitt ordiligt fotoshoot og eisini at sleppa til eina mótaviku, og tað var orsøkin til, at eg av fyrstan tíð valdi at luttaka í hesi kappingini, sigur Jórunn Gudmundsen.