Jórun vann navnakapping

Ein forni er bøur sum í langa tíð ikki hevur verið veltur, og nú eru nøvnini niðari Forni og ovari Forni.

 

Í juli í ár flutti trivnaðardeildin - Børn og Ung - í húsið á Fornagørðum, hesaferð í miðhæddina. Í tí sambandi høvdu starvsfólkini eina innanhýsis kapping um at finna hóskandi nøvn til fundarhølini, og fleiri uppskot komu inn.

- Navnanevndin metti, at bestu uppskotini til fundarhølini vóru niðari Forni og ovari Forni. Vinnari av kappingini gjørdist Jórun Niclasen, leiðari í Námsfrøðiligu Ráðgevingini, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag, har tey eisini vísa á eina frágreiðing um nýggju nøvnini:

Ein forni er bøur sum í langa tíð ikki hevur verið veltur.

Tann gamli býlingurin í Vági lá millum Ósá, Karlsá (Frammi í Á), Fornagarðar og Vágna. Her eru 14 merkur av kongsjørð og ein mørk í óðalsjørð. Kongsjørðin er skift sundur í tríggjar garðar við serliga frábýttum bøi til hvønn garðin.

Frágreiðing um staðanøvnini niðari Forni og ovari Forni:

Fornagarðar er grótlaðing, mark millum innangarðsjørðina og uttangarðsjørðina í bóndabýlinginum í Vági. Bøstykkini við Fornagarðar eru niðari Forni, sum hoyrir til Innistovu og ovari Forni, sum hoyrir til Útistovu.