Jórun er ættað úr Syðrugøtu, dóttir Honnu, f, Gregersen, úr Syðrugøtu, og Leon Joensen í Froðba.
Hon er elst av fimm systkjum, hini eru: Líggjas og Oddvá, sum búgva í Havn, Jógvan Salomon, sum býr i Gøtu, og Helgi, sum býr í London.
Sum ung fór Jórun til Danmarkar á húsarhaldsskúla í Sorø. Seinni fór hon í læru sum læknaskrivari á Landssjúkrahúsinum, og hetta bleiv hennara lívsstarv.
Jórun giftist John Smith úr Vági. John arbeiddi á teknistovuni á Tórshavnar Skipasmiðju, áðrenn hann var settur sum stóri á Vestmanna Skipasmiðju, har hann t.d. stóð fyri byggingini av fleiri framkomnum fiskiskipum. John andaðist í 1999, 64 ára gamal.
Jórun er ein virkin pensionistur. Hon kemur nógv í Tilhaldið í Tórsgøtu og ferðast ofta saman við øðrum pensionistum.
Jórun og John fingu trý børn: Leon, sum býr í Havn, og tvíburarnar William og Mariu, sum búgva ávikavist í Sørvági og í Havn. Ommubørnini eru 9 í tali.
Føðingardagurin verður hildin saman við innbodnum.