Jórun nummar trý í heiminum

Kappingin um heimsmeistaraheitið í Bodybuilding er av, og førsoyska Jórun fekk eitt triðja pláss

49 ára gamla Jórun Larsen Mørkøre úr Klaksvík fekk eitt triðja pláss í heimsmeistarakappingini World Natural Bodybuilding Federation í New York í nátt.

Les eisini: Í morgin kappast Jórun um heimsmeistaraheitið og Jórun rakar kroppin til Bodybuilding kapping 

Kappingin var í tveimum umførum. Jórun Larsen Mørkøre var fystu ferð á pallinum á leið klokkan níggju lokala tíð, har hon skuldi framføra og vísa vøddarnar. Síðani stóð hon aftur á palli á leið kl 19 lokala tíð, og tá framførdi hon eina seriu, sum hon sjálv hevði valt. Tveir tímar seinni vórðu úrslitini kunngjørd, og tá varð greitt, at Jórun fekk eitt triðja pláss. 

Í 2017 fekk Jórun eitt fjórða pláss og í 2018 eitt fimta pláss í kappingini um heimsmeistaraheitið. Hetta er tí besta úrslit hjá henni nakrantíð í hesi kappingini.