Jórun Klakkstein 65 ár

Í dag fyllir Jórun Klakksteiní Klaksvík 65 ár. Jórun er ættað úr Fuglafirði, men hevur búð í Klaksvík í 45 ár. Seinastu 20 árini hevur hon verið dagrøktari.

 

Foreldrini vóru Margretha og Esmar Simonsen í Fuglafirði. Jórun er elst av fýra systkjum og einasta systur. Beiggjarnir eru Tróndur, Martin og Mourits. Tróndur og Martin búgva í Fuglafirði, og Mourits býr á Kambsdali.

 

Sum ung var Jórun niðri í Keypmannahavn, har hon arbeiddi á Hotel Hebron eina tíð. Í 1962 fór hon til Klaksvíkar at arbeiða í handlinum hjá Dorus Hvidbro í Víkunum. Í Klaksvík hitti hon Steinmund Klakkstein, ættaður úr Vági í Klaksvík, og tey giftust í 1963.

 

Í 1968 bygdu tey hús á Stongunum – á Skáltavegnum - og har búgva tey enn. Fyrstu nógvu árini var Jórun heimagangandi, og tað var nóg mikið at tríva í við fýra synum, sum vórðu føddir í árunum frá 1964 til 1976. Synirnir eru: Heini (1964), Esmar (1968), Eyðun (1972) og Bárður (1976). Tríggir teir elstu búgva við familju í Klaksvík, meðan Bárður í løtuni er búsitandi við familju í Esbjerg. Ommubørnini eru blivin 9 í tali.

 

Miðskeiðis í 80’unum byrjaði Jórun sum dagrøktari, og hon hevur framvegis børn í dagrøkt.

Føðingardagurin verður hildin á Skáltavegnum 4.

 

 

(+mynd: Jorun-Klakkstein)