49 ára gamla Jórun Larsen Mørkøre úr Klaksvík fekk eitt triðja pláss í heimsmeistarakappingini World Natural Bodybuilding Federation í New York í leygardagin 16. november
Í 2017 fekk Jórun eitt fjórða pláss og í 2018 eitt fimta pláss í kappingini um heimsmeistaraheitið í Bodybuilding. Hetta er tí besta úrslit hjá henni nakrantíð í hesi kappingini, og Jórun er væl nøgd.
Hon greiðir frá, at kvinnurnar, ið fingu fyrsta og annað pláss í kappingini vóru báðar tyngri enn hon, og tí gjørdist tað torført, at kappast ímóti teimum.
- Tað kann samanberast við ein kappróður, har eitt tíggjumannafarð, eitt áttamannafarð og eitt seksmannafarð rógva ímóti hvørjum øðrum. Tað var troyttandi, at vit ikki vórðu býttar í ymsar vektbólkar, men av tí at vit bert vóru 12 luttakandi í hesum bólkinum, og tað vanliga eru minst átta í hvørjum bólki, so varð hildið, at bólkarnir høvdu verið ov smáir, sigur hon.
Jórun er ikki vís í, um hon heldur á fram við at kappast í bodybuilding á sama høga støði.
- Eg havi hugsað eitt sindur um tað. Nú havi eg stillað upp í seks ár á rað, og tað er ógvuliga hart kroppsliga, og tað er ótrúliga kostnaðarmikið. Eg eigi og reki eisini eitt lítið bakarí, og eg ætli mær at møguliga at taka eitt hvíldarár og millum annað hugsavna meg um baksturin, og so kanska royna meg aftur í 2021, sigur hon.
- Eg fari tó at halda áfram við at venja, skundar hon sær at leggja afturat.