Jórun aftur nummar eitt

Føroyska Jórun Larsen Mørkøre hevur seinastu vikuna verið í New Haven í Connecticut í USA og kappast í VNBF Pro Qualifier, sum er ein undankapping til HM í Body Building, sum verður í Boston í Massachusetts í 18. november í ár. 

 

 

Í gjár legði hon hesa myndina út á sosialu miðlarnir, og skrivaði, at hon enn eina ferð hevur vunnið gull.