Í gjár var lítið hátíðarhald á Byggivirkinum KBH á Toftum, har tvey starvsfólk vórðu heiðrað fyri ávikavist 10 og 11 ára starvstíð hjá fyritøkuni. Talan er um Jørmund Skoradal og Marin Rasmussen.
KBH skipaði fyri felags morgunmati í kantinuni, har øll starvsfólkini í fyritøkuni samlaðust eina løtu, áðrenn farið varð út til tey ymisku byggiplássini, har fólk hjá felagnum arbeiða í løtuni.
Tað var Benn Johannessen, sum handaði Jørmundi Skoradal og Marini Rasmussen gávu og blómur og takkaði teimum fyri tíðina, samstundis sum hann ynskti teimum nógv ár aftrat í fyritøkuni.