JØRGIN NICLASEN VERÐUR LANDSSTÝRISMAÐUR

Tingmanning Fólkafloksins hevur í dag gjørt av, at Jørgin Niclasen skal taka við sum nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Tað var annars væntandi, at Anfinn Kallsberg hesaferð fór at velja ein suðuring til landsstýrismann, eftir sum at misnøgdin var so stór, tá suðringar ikki fingu sessin í maimánaði. Við løgtingsvalið 30. apríl vantaðu seks atkvøður í hjá Fólkaflokkinum at fáa tingmann valdan - sum teir ikki hava havt í nógv ár.


? Tað er ein prinsippavgerð hjá okkum, at vit valdu at halda okkum innan fyri tingbólkin, segði Anfinn Kallsberg við útvarpið í kvøld.


? Vit fara so at royna sjálvbodnir at taka okkum av áhugamálum hjá suðringum, segði Anfinn Kallsberg.


Jøgrin Niclasen tekur tó ikki við landsstýrissessinum beinanvegin, tí hann skal fyrst sum formaður í fíggjarnevndini fáa fíggjarlógararbeiði frá hondum.


Tá Jørgin Niclasen tekur við sum landsstýrismaður, tekur næsti maður á fólkaflokslistanum í Vágum, Jóannis Nielsen við løgtingsessinum.


Jørgin Niclasen er 29 ára gamal, og varð fyrstu ferð valdur á ting við løgtingsvalið í 1994 og varð afturvaldur í 1998. Hann sat tó sum varðamaður hjá Svend Åge Ellefsen, meðan hann var landsstýrismaður frá januar 1991 til mars 1993.