Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Havn
Sparingar á sjúkrahúsinum, brúkaragjald á tænastum hjá sjúkrahúsinum, mentanin skerjast við 20%, Landsbankin stongdur, Marknagilsdepilin avmarkaður og útsettur, Fróðskaparsetrið skal spara, einki havrannsóknarskip bygt, einki Tjóðleikarahús bygt, Nám og lestrarstuðul uttanlanda skerdir !!!
Alt hetta og nógv annað er partir av spariætlan hjá Landstýrinum til komandi fíggjarlóg !
Nærum einasta stað ið ikki verður spart er hjá okkara kosnu fólkum. Hvussu ber tað til at hesi fólk, sum vilja gera so stórar avmarkingar, í dagligdegnum hjá vanliga fólkinum, framvegis játtað sær sjálvum koyripengar, sum fyri hvønn einstakan av teimum, svarar til eina ársløn hjá einum lágløntum arbeiðara.
Nær fara hesi fólk at skilja, at vit ikki ikki kunna virða spariætlanir hjá fólki, sum ikki vilja spara tá tað snýr seg um teirra egna pengapung. Koyripengar og aðrar viðbøtir hjá landstýrisfólki og løgtingsfólki, muga frá dags dato setast niður á sama støði sum hjá vanligum fólki sum ferðast til arbeiðis í Havnini.
Nýstaðni tá kann ein lurta við álvara eftir hvat sagt verður av røðarapallinum í tinginum.