Aftur í kvøld var næstbesta NSÍ liðið væl mannað, og í góðveðrinum við Løkina vann NSÍ aftur góðan sigur.
Teir næstbestu hjá B36 vóru í Runavík, og heimaliðið vann 4-1. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Jørgen Nielsen legði heimaliðið á odda í 21. minutti, og í seinna hálvleiki økti hann til 3-1. Hetta var fjórða ferðin í ár, at 16 ára gamli Jørgen Nielsen skoraði tvey mál. Hann er nú toppskjútti hjá NSÍ við tíggju málum.
Uppleggið til 1-0 málið átti Jann Martin Mortensen. Yngri beiggi hansara, Mórits Heini Mortensen, átti uppleggið, tá ið Aron Knudsen sjey minuttir eftir steðgin legði NSÍ á odda 2-1.
Meinhard Janusarson, sum var fimmfaldur málskjútti, tá ið NSÍ fríggjakvøldið vann 8-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík, legði upp til 3-1 málið, ið altso var tað seinna, sum Jørgen Nielsen skoraði í kvøld.
Steffan Løkin staðfesti 4-1 sigurin í næstsíðsta minutti. Tá var tað Súni Hansen, sum átti uppleggið.
NSÍ er næstfremst við 38 stigum – seks færri enn Víkingur og sjey fleiri enn B68. NSÍ fer týskvøldið út á Svangaskarð at spæla grannauppgerð ímóti B68.
B36 javnaði til 1-1 seks minuttir undan steðginum. Málskjútti var Sveinur Lava Olsen eftir hornaspark. B36 er á sætta plássi við 24 stigum. Týskvøldið fær B36 vitjan av B71.
Á NSÍ liðnum vóru fleiri spælarar, ið rættiliga ofta eru á listanum hjá besta liðnum – Betuel Hansen, Jann Martin Mortensen, Aron Knudsen, Steffan Løkin, og Mórits Heini Mortensen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.
Teir bestu hjá B36 vunnu seg mikukvøldið víðari í Europa. Eingin, sum tá var á vøllinum, var á listanum í Runavík í kvøld.