Nú tað er komið fram, at løgmaður ið umsitir uttanríkismál hevur sett kanning í verk um ógvusliga innkeypið hjá Uttanríkisráðnum beint undan ársskiftinum av telduútgerð, stuðlar Jørgen Niclasen, fyrrverandi uttanríkisráðharri, hesum.
- At Uttanríkisráðið keypur fyri yvir eina millión ein av síðstu døgunum í 2010 kann undir ongum umstøðum góðtakast uttan nøktandi grundgeving, sigur Jørgen Niclasen.
Tað var Kringvarpið, sum í gjár varpaði ljós á kanningina, sum løgmaður nú hevur sett í verk, og sambært táverandi uttanríkisráðharranum er hetta ein kærkomin kanning.
- Móti sumri í fjør gjørdist greitt at almennu útreiðslurnar skuldu niður og tískil skuldi Uttanríkisráðið eisini spara. Sjey milliónir var málið, og hesari upphædd náddu vit millum annað við uppsagnum so tað enntá leyp av, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir á, at hann fór frá sum uttanríkisráðharri 19. januar 2011, og at hann ikki fyrr enn í august hoyrdi um teldukeypið, sum hann sigur seg á ongan hátt hava blástemplað.
- Eg heitti tá beinanvegin á løgmann um at kanna hetta, sigur Jørgen Niclasen, sum altso fegnast um, at løgmaður nú setir ljóskastaran á málið.