Jørgen tók í so rívan til

Tá íslendsku ráðharrarnir Katrín Júlíusdóttur og Steingrímur J. Sigfússon vóru í Føroyum herfyri, var Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ein túr í Gásadali við teimum.

Sambært blaðnum Vísir vóru íslendsku gestirnir ikki sørt ovfarnir av tí føroyska vegakervinum. Blaðið skrivar, at allir vegir eru undir asfalti, og at Føroyar hava seks ferðir longri tunlar fyri hvønn íbúgva enn Ísland. Serliga vakti tað ans, at føroyingar høvdu borað ein 1.500 metrar langan tunnil til Gásadals fyri at fáa samband við eina bygd, har 15 fólk búðu. Men tað var skilagott, segði føroyski fíggjarmálaráðharrin.

-Tað varð gjørt fyri at gera land okkara størri. Gásadalur hevði doyð út, høvdu vit ikki gjørt hetta, segði landsstýrismaðurin sambært íslendska blaðnum og legði afturat, at nú er fólkatalið í Gásadali komið upp í 30.

Her tók landsstýrismaðurin í so rívan til. Sambært Sørvágs kommunu búgva framvegis 15 fólk í Gásadali.