Jørgen stýrir Sambandinum

Nú kemur tað innanífrá í Sam­bands­flokk­inum: At tað í veru­l­eik­anum er Jørg­en Nicl­a­sen sum stýrir Sam­bands­flokk­i­num.

– Hetta vita øll, segði Lis­tbeth L. Petersen við út­varp­ið í gjár, í sambandi við, at hon hevur meldað seg úr Sam­b­­ands­­flokk­inum.
Tað er nú einki nýtt, at Fólk­a­­flokkurin stýrir, har hann er. Soleiðis hev­ur hann havt takið á bæði Jav­n­að­ar­flokk­i­num og Tjóð­veld­inum, ser­­­­liga á fíggj­ar- og fiski­vinnu­øki­num.
Men ongantíð hevur tað ver­­ið so týðuligt sum nú, hvussu Fólkaflokkurin bein­leið­is stýr­ir einum heil­um flokki, sum nú, tá Fólkaflokkuerin hev­ur so stórt vald á Sam­bands­flokk­i­num.
Jørgen Niclasen dugir bet­ur enn so nógvir aðrir pol­i­­tik­­arar politiskt snildi. Hann hevur politiskt tev sum fáur – og tí er hann tik­in úr leikum sum floks­for­­mað­ur, sum altíð hevur sum fremstu uppgávu at vinna Fólk­a­flokk­i­num á­­virk­­­an. Tað dugir hann bet­ur enn nakar annar.
Og tað dugir Jørgen Nicl­a­­sen so væl, at hann hevur tik­ið valdið á Kaj Leo Holm Jo­hann­esen, løgmanni, eisini.
Hendan pástand hava vit ført fram so mang­an. Men eitt er, hvat miðlarnir siga. Tá nú fyrrverandi floks­for­kvinn­an í Sam­bands­flokk­i­num sigur tað sama, so er tað kanska okk­urt um snakkið...