Jørgen púra bilsin

- Vit í Fólkaflokkinum eru ikki von við at vinna veljarakanningar, sigur floksformaðurin, Jørgen Niclasen

Fólkaflokkurin er stóri vinnarin í nýggju veljarakanningini, sum varð løgd fram fyrrapartin, tí Fólkaflokkurin gongur fimm prosentstig fram, fær 24 prosent av atkvøðunum og fær tveir tingsessir aftrat.

Í kanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Miðflokkin, fær landsstýrissamgongan allíkavæl ein tingsess aftrat og styrkir tí um sína støðu í mun til andstøðuna, sum tilsvarandi missir ein.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur seg vera eitt sindur bilsnan av, at hansara flokkur bleiv størstur í hesi nýggju veljarakanningini, tí tað er hann slett ikki vanur við.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum.