Enn hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ikki góðkent sáttmálan, sum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, hava gjørt.
Sáttmálin hevur somu lønarhækking sum sáttmálin ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum varð gjørdur fyrr í ár. Tað var gjørt fyri at hava somu løn hjá Landinum og hjá kommununum.
men Jørgen Niclasen sigur, at síðani hava vit fingið korona inn á okkum og tí er støðan munandi broytt, og hann vil ikki góðtaka so høga lønarhækking.
Hann fekk freist til á miðdegi í dag at svara - og tað hevur hann gjørt. Men hann hevur ikki góðkent sáttmálan.
Tvørtur ímóti hevur hann biðið um fund við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í næstu viku. Men har halda tey, at tað er einki at halda fund um, tí tey siga at hann skal góðkenna sáttmálan, tí hann hevur ikki heimild at vraka hann
Vit hava meiri um hetta um eina løtu