Almennir stovnar út á bygd
Tað, sum hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá skipasmiðjustjóranum, eru úttalilsini hjá Jørgen Niclassen, landsstýrismanni í Fregnum í farnu viku, sum lættliga kunnu tulkast sum at ein mistonkiliggerðan av fólkunum, ið arbeiða hjá Skipasýninum og á skipasmiðjunum, har Skipasýnið ger stóran part av sínum arbeiði.
Orðini hjá Jørgen Niclassen í Fregnum, vórðu hesi:
?Til ber kortini at síggja ein fyrimun við ikki at leggja skipaeftirlitið í Miðsteðarøkið, og hann er, at stovnurin sleppur undan, at ov tætt samband er við skipasmiðjurnar?. Og aðrastaðni í greinini stendur: ?Fyri tað fyrsta arbeiðir Skipaeftirlitið um alt landið og ikki bara á skipasmiðjum. Í øðrum lagi kunnu skipaeftirlitsfólk koma undir trýst, um persónliga sambandið verður ov nógv.?
-Eg havi ikki hoyrt nakað líknandi. Hvat billar maðurin sær inn at mistonkiligera bæði tey á skipaeftirlitinum og okkum, sum arbeiða á skipasmiðjunum, sigur Poul Mohr, sum varð ovfarin tá hann læs samrøðuna í Fregnum. Tað fyrsta, ið rann sær til hugs, var, at tann, sum ilt hugsar, hann ilt ger. Poul Mohr spyr annars, hvat landsstýrismaðurin meinar við, tá hann sær ein fyrimun ikki at leggja Skipasýnið ov tætt upp at skipasmiðjunum. -Man skuldi trúð, at tað var ein aðaltátturin hjá einum ráðharra at samskipa samfelagið soleiðis, at tað virkaði sum best. Og í hesum førum virkar tað best, tá Skipasýnið liggur sum tað ger í dag, nevniliga tætt upp at skipasmiðjunum.
Poul Mohr heldur tað tí vera so dundrandi skeivt at leggja ein slíkan stovn sum Skipasýnið uttan fyri Miðsteðarøki og serstakliga uttan fyri Havnina, har hann hevur ligið síðani hann varð til. -Tað sær út sum, at hvørja ferð ein nýggjur ráðharri kemur ella fer úr starvi, so dregur hann ein stovn við sær. Tað kann ikki vera meiningin. Er tað meiningin við yvirtøkunum, so skilji eg einki av tí heila.
Við allari virðing fyri vágamonnum heldur Poul Mohr tó, at henda flytingin av Skipasýninum til Vágar bert hevur eitt endamál, og tað er at skaffa atkvøður til Jørgen Niclasen.
Poul Mohr heldur, at løgmaður átti at áttalað hetta alt fyri eitt. Tí hetta er so avgjørt ikki at í tráð við politikkin hjá eitt nú løgmanni um at gera samfelagið meira rationelt.
-Men tað er politikkurin at leggja almennar stovnar úti um landið. Hví tá ikki leggja Skipasýnið í Vágum?
-Eg gangi út frá, at teir, ið arbeiða á Skipasýninum í dag vilja búgva í Havn framhaldandi og koma tá eisini at gjalda skatt her. So har fær man ikki fatur í skattapengunum. Eg havi einki ímóti at leggja stovnar úti um landið, men man má ikki gera tað truplari at arbeiða í samfelagnum fyri tað. Teir stovnar, sum hava eina so stóra tænastufunktión sum t.d. Skipasýnið, mugu ikki flytast á henda hátt.
Skipasmiðjustjórin heldur, at tað kundi verið áhugavert at vita, um landsstýrismaðurin í heila takið hevur spurt fólkini, ið arbeiða við hesum uppgávum, hvat tey halda og hevur hann kannað, hvar uppgávurnar liggja! -Eg eri vísur í , at millum 80 og 90% av uppgávunum liggja hjá skipasmiðjunum í miðsteðarøkinum tvs. í Havn, á Skálafjørðingum og síðani í Klaksvík.
Poul Mohr vísir annars á, at skrivstovurnar hjá Klassanum liggja beint við skipasmiðjurnar í Havn og á Skála.
Hann skýrir viðgerðina hjá landsstýrismanninum av hesum máli sum misbrúk av politiskari makt.










