Hetta hendi, eftir at Huxa á altjóða fundi fyri borgarligar flokkar hevði greitt frá, hvørji átøk sitandi landsstýrið í Føroyum hevur framt seinnu árini.
Stóri spurningurin er so, hvussu hetta sampakkar við útsagnirnar hjá fólkafloks-ovastanum í Føroyum. Jørgen Niclasen segði mánakvøldið í Degi og Viku, at tað ráddi um at skipa Føroyar eftir norðurlendska vælferðarmodellinum, har vit í felag eru við til at lyfta samfelagsskyldurnar.
Stóri spurningurin er so, um ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum fyrigyklar sær nakað annað enn tað, sum flokkurin stendur fyri, ella um tað er spæl fyri gallarínum, tá fíggjarmálaráðharrin sigur seg vilja arbeiða fyri norðurlendsku vælferðarskipanini.