Áki Bertholdsen
Jørgen Niclasen skal fara frá sum formaður í fíggjarnevndini alt fyri eitt.
Tað krevur ein annar fíggjarnevndarlimur, Vilhelm Johannesen úr javnaðarflokkinum.
Hann sigur, at nú fólkaflokkurin hevur sett Jørgen Niclasen í landsstýrið eftir John Petersen, eigur hann at siga sessin í fíggjarnevndini frá sær beinanvegin.
? Tað er heilt burturvið, ja næstan forkastiligt, at Jørgen Niclasen heldur fram í fíggjarnevnmdini eftir hetta, sigur Vihelm Johannesen.
Fólkaflokkurin ætlar nevniliga ikki, at sørvingurin skal taka við landsstýrissessinum beinanvegin.
Tvørturímóti er ætlanin, at hann skal verða sitandi sum fíggjarnevndarformaður til fíggjarlógin fyri 1999 er avgreidd.
Formliga verður hann sostatt ikki tilnevndur landsstýrismaður fyrrrenn fíggjarnevndin er liðug at viðgera fíggjarlógina fyri komandi ár.
Inhabilur so tað munar
Men hetta góðtekur ein annar fíggjarnevndarlimur, Vilhelm Johannesen úr javnaðarflokkinum ikki.
Hann sigur sigur, at á næsta fundi í fíggjarnevndini fer hann at mótmæla at Jørgen Niclasen heldur fram í fíggjarnevndini, nú hann veit, at hann skal í landsstýrið.
Hann sigur, at heldur Jørgen Niclasen fram í fíggjarnevndini, verður hann inhabilur so tað munar.
Hann fer tí at biðja fólkaflokkin velja annað umboð í fíggjarnevndina alt fyri eitt, ístaðin fyri Jørgen Niclasen.
í stríð við stýrisskipanarlógina
Vilhelm Johannesen sigur, at stýrisskipanarlógin leggur upp til, at tað skal vera greiður skilnaður ímillum tað lóggevandi valdið, Løgtingið, og tað útinnandi valdið, Landsstýrið.
? Men skal Jørgen Niclasen nú halda fram í fíggjarnevndini, kann ongin ivi vera um, at vit ein habilitetstrupulleika.
?Tí skal ein maður, sum veit, at hann skal í landsstýrið um minni enn ein mánaða, framvegis sita í fíggjarnevndini, er tað at geva landsstýrinum ein forlongdan arm niðan í fíggjarnevndina.
? Samstundis er tað heilt burturvið, at Jørgen Niclasen skal sita í fíggjarnevndini og viðgera eina játtan, sum hann sjálvur skal í Landsstýrið at umsita um minni enn ein mánað.
Tað er sjálvandi játtanin til fiskivinnumál, sum hann sipar til.
Tí ivast Vilhelm Johannesen onga løtu í, at, at tað er beint í stríð við stýrisskipanarlógina, at Jørgen Niclasen heldur fram í fíggjarnevndini, nú tað er greitt, at hann skal í Landsstýrið.
Hetta er at blanda tvey viðurskifti saman, sum stórur dentur verður lagdur á í stýrisskipanarlógini, at hava vatntætt skott ímillum.
Vilhelm Johannesen sigur, at hann fer at mótmæla á næsta fundi í fíggjarnevndini.
Men næsti fundur í fíggjarnevndini er ikki ásettur enn.