Jørgen Niclasen hevur eina av iPhone4 telefonunum hjá Uttanríkisráðnum

Tvær av dýru iPhone4 fartelefonunum, sum tey hava leitað eftir í Uttanríkisráðnum eru funnar hjá fyrrverandi landsstýrismonnunum Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard. Eisini hevur frákoyrdi aðalstjórin, Herluf Sigvaldson eina. Tað visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga í kvøld.

Kanningin, sum virkandi aðalstjórin í Uttanríkisráðnum hevur biðið um vísir, at øll útgerðini, sum Gunnar Toftegaard, deildarstjóri, keypti fyri eina lítla millión triðja jóladag er tøk.

Sambært útvarpinum er meginparturin av útgerðini tøk og verður brúkt. Men ein partur av útgerðini er enn á goymslu. Tað hevur virkandi aðalstjórin í ráðnum, Marjun Hanusardóttir, fingið váttan fyri, sigur útvarpið.

Virkandi aðalstjórin í Uttanríkisráðnum, Marjun Hanusardóttir, hevur nú fingið eitt yvirlit yvir, hvar telduútbúnaður, fartelefonir og onnur útgerð, ið ráðið keypti fyri eina miljón seinast í desember í fjør, er endað.

Hon hevur fingið váttan fyri, at útgerðin er tøk, og at meginparturin av henni verður brúktur í Uttanríkisráðnum og á føroyskum sendistovum uttanlands. Ein partur av nýggju útgerðini er tó enn á goymslu.

Uttanríkisráðið keypti triðja jóladag í fjør millum annað 35 Iphone-4 fartelefonir fyri 227.500 krónur, 20 farteldur fyri 231.250 krónur og 20 24 tumma eykaskermar fyri 105.000 krónur. Samlaði kostnaðuri fyri innkeypið var 971.817 krónur.