Skip to main content
Nei, tað er ikki ov vánaligt. Sjálvandi eru dygdirnar ymiskar runt umkring, og okkara sjúkrahús er sanniliga gott á ávísum økjum, men er sjálvandi ikki best á øllum.
Tað vit hava sæð higartil er, at tað eru nøkur, sum hava havt ráð, og onnur hava brúkt alt tað tey eiga og kanska meiri enn tað, fyri at fáa serviðgerðir uttanlands, og tær eru rættiliga dýrar. Og í mun til tær upphæddir, sum eru nevndar, so vil eg siga, at ein og hvør, sum er sera góður við heilsuna hevur møguleika fyri hesum.
Í dag eru tað bert nøkur, ið hava havt møguleikan fyri at viðgera seg uttanlands, og í mun til tað, vit hava havt áðrenn vil eg siga, at hetta skuldi givið fleiri møguleikar, og er eitt stig rætta vegin.
Tað er onki at ivast í, at tað er so. Eisini er tað vorðið soleiðis, at medvitið hjá føroyingum er vorðið so ótrúliga nógv størri. Áður setti ongin spurnartekin við ein lækna, men í dag eru fólk nógv meiri vitandi og kunnu lættliga søkja sær vitan um hvørjir møguleikar eru.
Alt er eisini nógv tættari upp á nú, og hetta er tann leiðin, sum flest onnur framkomin lond hava lagt fyri nógvum árum síðani.
Ja, tað er onki at ivast í, og eg hevði eisini ynskt, at vit kanska høvdu eina kapping millum tey føroysku sjúkrahúsini eisini. Soleiðis, at tú gavst størri avgerðarrætt til borgaran sjálvan. Okkara sjúkrahúsverk er ein tryggingarskipan, har gjaldið verður rindað gjøgnum skattin og so eru vit øll tryggjaði, men vit sleppa ikki at velja.
Kapping ger øll øki betri, og tað vildi verið løgi, um sjúkrahúsøkið var einasta undantakið.
Nóg mikið, er torført at svara uppá. Samanbera vit onnur lond, so liggur játtanin áleið sama stað sum har, kanska undir onkrastaðni. Men tað sum er gjørt, er, at játtanin er hækka seinnu árini, og vit hava lagt upp til, at sjúkrahúsini her taka viðgerðirnar heim og harvið fáa vitanina og ekspertisuna bygda upp rundan um viðgerðina her, heldur enn at pengarnir fara av landinum.